Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Tann fimta í sætta mánaði sætta árið fall hond Harrans HARRANS á meg, sum eg sat í húsi mínum, og hinir elstu í Juda sótu framman fyri meg.
2 Og eg fekk at síggja Ein, ið av útsjónd var sum eldur; frá tí, ið sá út til at vera lendar Hansara, og niðureftir var alt sum eldur, og frá lendum Hansara og uppeftir var tað sum blankt ljós, sum skinið av blonkum málmi.
3 Hann rætti út nakað, ið sá út sum hond, og tók í hárið á høvdi mínum; so lyfti andin meg upp millum himmal og jørð og flutti meg - í sjónum frá Gudi - til Jerúsalem, at durum Norðurporturs í Innara Forgarði, har sum vreiðimyndin stóð, hon, sum eggjaði Gud til vreiði.
4 Har sá eg dýrd Ísraels Guds, júst slíka sum eg hevði sæð hana í dalinum.
5 Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Hygg norðureftir!" Eg hugdi nú norðureftir og fekk tá at síggja vreiðimyndina norðan fyri altarportrið, har sum inn varð gingið.
6 Og Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Sært tú, hvat teir gera? Stórar viðurstygdir eru tað, ið hús Ísraels ger her - Eg eri tí noyddur at rýma langt burtur frá halgidómi Mínum! Men tú skalt fáa enn størri viðurstygdir at síggja."
7 Hann leiddi meg nú at durum forgarðsins, og har fekk eg at síggja hol í vegginum.
8 Og Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Brót teg ígjøgnum veggin!" Táið eg so breyt meg ígjøgnum veggin, sá eg dyr.
9 Hann segði við meg: "Far inn og síggj tær fúlu viðurstygdir, ið teir gera har!"
10 Táið eg nú kom inn, fekk eg at síggja alskyns myndir av viðurstyggiligum skriðdýrum, fýrføttum dýrum og øllum avgudum Ísraels húss rist inn í veggirnar rundanum.
11 Framman fyri tey stóðu 70 menn av hinum elstu í húsi Ísraels, og Ja’azanja, sonur Safan, stóð mitt ímillum teirra; teir høvdu allir hvør sítt roykilsisílat í hondini, og góður angi steig upp av roykilsisskýnum.
12 Tá segði Hann við meg: "Menniskjasonur! Sært tú, hvat hinir elstu í húsi Ísraels gera í myrkrinum, hvør í myndakømurum sínum! Tí teir siga: "HARRIN sær okkum ikki, HARRIN er rýmdur úr landinum!""
13 Men Hann segði við meg: "Tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir, sum teir gera."
14 Nú leiddi Hann meg at durum Norðurporturs á húsi HARRANS; og har fekk eg at síggja kvinnurnar sita og gráta um Tammuz.
15 Hann segði við meg: "Sært tú hetta, menniskjasonur! Men tú skalt fáa at síggja enn størri viðurstygdir."
16 Hann leiddi meg nú inn í Innara Forgarð húss HARRANS, og har, fyri durum tempuls HARRANS, millum forsalin og altarið, stóðu einir 25 menn við bakinum móti templi HARRANS og andlitunum eystureftir; teir tilbóðu sólina í eystri.
17 Hann segði við meg: "Sært tú hetta, menniskjasonur! Var tað ikki húsi Juda nóg mikið at gera viðurstygdirnar, ið teir hava gjørt her, síðani tey eisini hava fylt landið við órætti og uppaftur eggjað Meg til vreiði! Hygg, hvussu tey nú halda kvistin fyri nøsina!
18 Eg skal tí eisini lata vreiði Mína ráða; ikki skal Mær tykjast synd í teimum, og ikki skal Eg eira teimum; nei, um tey so rópa hart inn í oyru Míni, skal Eg ikki lurta eftir teimum!"