Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Reis teg á føtur, so Eg fái talað við teg!"
2 Og sum Hann talaði við meg, kom andi í meg, sum fekk meg á føtur at standa; eg lurtaði so eftir Honum, ið talaði við meg.
3 Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Eg sendi teg til Ísraelsmenn, hasar fráfalnu heidningar, ið eru falnir frá Mær; líka til henda dag hava teir - sum fedrar teirra - verið Mær trúleysir.
4 Og til synirnar við frekum andlitum og hørðum hjørtum sendi Eg teg, og tú skalt siga við teir: "So sigur Harrin HARRIN!"
5 Um teir nú lurta eftir ella ikki - tí ólýðin ætt eru teir - so skulu teir sanna, at profetur hevur verið millum teirra.
6 Men tú, menniskjasonur! Ræðst teir ikki, óttast ikki orð teirra! Tí notur og tornir eru rundan um teg, og millum skorpiónir býrt tú. Óttast ikki orð teirra og ræðst ikki fyri andliti teirra! - Tí ólýðin ætt eru teir.
7 Nei, tala orð Míni til teirra, um teir nú lurta eftir ella ikki! - Tí ólýdnir eru teir.
8 Men tú, menniskjasonur! Lurta eftir tí, sum Eg sigi við teg! Ver ikki ólýðin sum henda ólýdna ætt! Lat upp munnin og et tað, ið Eg her gevi tær!"
9 - Eg fekk nú at síggja hond, ið var rætt út móti mær, og í henni var bókrulla.
10 Hana breiddi Hann út framman fyri mær, og skrivað var á hana bæði uttan og innan; tað vóru sorgarsongir, suff og veiróp, ið á henni stóðu.