Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 35
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Se’irsfjalli og profetera móti tí!
3 Tú skalt siga við tað: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Se’irsfjall, og skal rætta út hondina móti tær og gera teg oyðið og tómt.
4 Býir tínar skal Eg lata avtoftast, sjálvt skalt tú verða oyðimørk, og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN.
5 Aftur fyri at tú gongur við ævigum fíggindskapi og gavst Ísraelsmenn upp til svørðið - á vanlukkutíð teirra, táið misgerðin varð gjørd, sum leiddi til undirgang! -
6 tí skal Eg - so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN - gera teg til blóð, og blóð skal elta teg; aftur fyri at tú hataði ikki blóð, skal blóð elta teg.
7 Eg skal gera Se’irsfjall tómt og oyðið og oyða haðani bæði tann, ið kemur, og tann, ið fer.
8 Eg skal fylla fjøll tess við dripnum monnum; á hæddum tínum, í dølum tínum og í øllum giljum tínum skulu falla menn, sum dripnir eru við svørði.
9 Til ævigar oyðimarkir skal Eg gera teg, í býum tínum skal eingin búgva aftur - og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
10 Aftur fyri at tú segði: "Fólkini bæði og londini bæði skulu verða míni; vit skulu taka tey í ogn!" - og HARRIN hevði tó verið har -
11 skal Eg - so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN - gera við teg eftir teirri vreiði og øvund, ið tú hevur víst í hatri tínum til teirra, og sannað skal verða, at Eg eri millum teirra, táið Eg dømi teg.
12 Og tú skalt sanna, at Eg, HARRIN, havi hoyrt øll háðorðini, ið tú hevur talað móti Ísraelsfjøllum, táið tú segði: "Tey eru løgd í oyði; okkum eru tey givin til føði!"
13 Tit talaðu hugmóðiga móti Mær við munni tykkara og nýttu mong orð móti Mær - víst havi Eg hoyrt tað!
14 So sigur Harrin HARRIN: Meðan øll jørðin gleðist, skal Eg leggja teg í oyði.
15 Sum tú gleddist yvir, at arvalutur Ísraels húss varð lagdur í oyði, so skal Eg gera við teg; oyðimørk skal Se’irsfjall og alt, alt Edom verða - og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.