Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Menniskjasonur! Hvat hevur viður víntræsins fram um annan við, víntrækvisturin, ið upp hevur vaksið millum trøini í skóginum!
3 Verður viður tikin av tí at smíða nakað úr! Ger nakar nagla av honum at heingja nakað amboð á!
4 Nei, hann verður givin eldinum til føði; eldurin brennir báðar endarnar, og miðjan verður svidnað. - Dugir hann tá at gera nakað úr!
5 Meðan hann enn var óskaddur, varð einki smíðað úr honum; mangan minni verður nakað gjørt úr honum, táið eldurin hevur brent hann, og hann er svidnaður! Kann hann tá verða nýttur at smíða nakað úr!
6 Tí sigur Harrin HARRIN so: Sum tað millum trøini í skóginum gongur við viði víntræsins - Eg gevi eldinum hann til føði - so skal Eg gera við tey, sum í Jerúsalem búgva.
7 Eg skal lata ásjón Mína vera móti teimum; tey eru sloppin út úr eldinum - men eldurin skal oyða tey; og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati ásjón Mína vera móti teimum.
8 Og Eg skal gera landið til oyðimørk, aftur fyri at tey hava verið trúleys - sigur Harrin HARRIN.