Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Og tú - tak at syngja sorgarsong um høvdingar Ísraels
2 - sig: Hvat er móðir tín? Honleyva; millum leyvur lá hon, millum ungleyvur aldi hon upp ungar sínar.
3 Ein unga sín vandi hon upp; hann varð ungleyva, hann lærdi at ríva til sín rán, hann át menniskju.
4 Men fólkasløgini fingu at hoyra um hann; í grøv teirra varð hann fangaður, og við nasaringi leiddu teir hann til Egyptalands.
5 Táið hon nú sá, at hon hevði bíðað til einkis, at vón hennara var gingin til grundar, tók hon ein annan av ungum sínum og gjørdi hann til ungleyvu.
6 Millum leyvur gekk hann; hann varð ungleyva, og hann lærdi at ríva til sín rán; hann át menniskju.
7 Hann neyðtók einkjur teirra og legði býir teirra í oyði; og landið og alt, ið har var, stívnaði av ræðslu fyri brøli hansara.
8 Tá settu fólkini úr landspørtunum har rundanum snerrur fyri hann og breiddu út garn sítt yvir hann; hann varð fangaður í grøvini, sum teir høvdu grivið.
9 So settu teir hann við króki í nøsini í búr og fóru við honum til kongin í Bábel; har settu teir hann í fasta borg, fyri at mál hansara skuldi ikki hoyrast aftur í Ísraelsfjøllum.
10 Meðan tú livdi í friði, var móðir tín sum víntræ, ið er plantað við vatn; fruktbart var tað og fult av greinum, av tí at tað hevði nógva vætu.
11 Tað fekk sterkar greinar, sum dugdu til høvdingastavir; høgt vaks tað, upp millum skýggini, og tað sást langt, við tað at tað var so høgt og hevði so nógvar greinar.
12 Tá varð tað rykt upp í vreiði og kastað til jarðar; og eystanvindurin turkaði burt ávøkst tess; hinar sterku greinar tess vórðu rivnar av og tornaðu upp, og eldur oyddi tað.
13 Og nú er tað plantað í oyðimørkini, í turrum og tystum landi.
14 Eldur gekk út úr høvuðsgrein tess; hann oyddi ávøkst tess, og eingin sterk grein er eftir á tí, til høvdingastav. - Sorgarsongur er hetta, og sorgarsongur skal tað verða!