Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Nakrir av hinum elstu í Ísrael komu til mín og settu seg framman fyri meg.
2 Tá kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
3 Menniskjasonur! Hesir menn hava givið avgudum sínum rúm í hjartanum, og tað, sum fær teir at falla og gera tað, ið ilt er, hava teir sett fyri eygu síni - skuldi Eg latið teir spurt Meg til ráðs!
4 Tosa tí við teir og sig við teir: So sigur Harrin HARRIN: Hvør tann av húsi Ísraels, sum gevur avgudum sínum rúm í hjartanum og setur fyri eygu síni tað, sum fær hann at falla og gera tað, ið ilt er - og so kemur til profetin! - honum skal Eg, HARRIN, sjálvur svara, soleiðis sum hann hevur uppiborið fyri hinar mongu avgudar sínar.
5 Soleiðis skal Eg taka um hjartað í húsi Ísraels, aftur fyri at tey øll við avgudum sínum eru fallin frá Mær.
6 Sig tí við hús Ísraels: So sigur Harrin HARRIN: Vendið við, vendið tykkum burtur frá øllum avgudum tykkara, vendið ásjón tykkara burtur frá øllum viðurstygdum tykkara!
7 Tí hvør tann av húsi Ísraels - og av hinum fremmandu, sum í Ísrael búgva - sum skilir seg frá Mær, gevur avgudum sínum rúm í hjartanum og setur fyri eygu síni tað, sum fær hann at falla og gera tað, ið ilt er - og so kemur til profetin at fáa hann at spyrja Meg til ráðs fyri seg! - honum skal Eg, HARRIN, sjálvur svara.
8 Eg skal lata ásjón Mína vera móti tí manni og forkoma honum, so hann verður tekin og orðtak; Eg skal oyða hann úr fólki Mínum - og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
9 Og letur profeturin seg dára og talar orð, so eri tað Eg, HARRIN, ið havi dárað henda profet, og Eg skal rætta út hondina móti honum og oyða hann úr Ísrael, fólki Mínum.
10 Teir skulu báðir bera misgerð sína; sum tað er við misgerð hansara, ið spyr, so skal vera við misgerð profetsins
11 - fyri at hús Ísraels ikki longur skal villast burt frá Mær og ikki longur skal gera seg óreint við øllum misbrotum sínum, men vera fólk Mítt og hava Meg til Gud sín - sigur Harrin HARRIN.
12 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
13 Menniskjasonur! Táið land syndar móti Mær og vísir trúloysi, og Eg rætti út hondina móti tí, bróti tí sundur breyðstavin, sendi hungur yvir tað og oyði av tí bæði fólk og fæ
14 - um tá hesir tríggir menn: Nóa, Dániel og Job, vóru har í landinum, skuldu teir við rættvísi síni eina fingið bjargað sínum egna lívi - sigur Harrin HARRIN.
15 Ella um Eg læt villdýr fara um landið, og tey gjørdu tað fólkatómt, so tað varð oyðimørk, sum eingin kundi ferðast um fyri hinum villu dýrum
16 - tá skuldu, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hesir tríggir menn, um teir vóru har, hvørki kunnað bjargað sonum ella døtrum; eina teir sjálvir skuldu verðið bjargaðir, men landið skuldi verðið oyðimørk.
17 Ella um Eg læt svørð koma yvir landið og segði: "Svørð skal fara yvir landið!" og Eg oyddi av tí bæði fólk og fæ
18 - og hesir tríggir menn vóru har í landinum, skuldu teir, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hvørki kunnað bjargað sonum ella døtrum; eina teir sjálvir skuldu verðið bjargaðir.
19 Ella um Eg sendi pest yvir landið og við blóði úthelti alla vreiði Mína yvir tað, til at oyða av tí bæði fólk og fæ
20 - og Nóa, Dániel og Job vóru har í landinum, skuldu teir, so satt sum Eg livi, sigur Harrin HARRIN, hvørki kunnað bjargað syni ella dóttur; eina sær sjálvum skuldu teir bjargað við rættvísi síni.
21 Tí sigur Harrin HARRIN so: Táið Eg sendi hinar fýra óndu revsidómar Mínar - svørð, hungur, vill dýr og pest - yvir Jerúsalem, til at oyða av tí bæði fólk og fæ,
22 skal kortini ein flokkur av undanslopnum verða eftir har, sum verða flutt burtur, synir og døtur; tey skulu koma higar til tykkara, og tit skulu síggja atburð og gerðir teirra; tá skulu tit verða troystað eftir vanlukkuna, ið Eg læt koma yvir Jerúsalem, eftir alt, ið Eg læt koma yvir tað.
23 Tey skulu verða tykkum troyst - táið tit síggja atburð og gerðir teirra; og tit skulu sanna, at ikki havi Eg uttan orsøk gjørt nakað av øllum, ið Eg havi gjørt móti tí - sigur Harrin HARRIN.