Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Tú, menniskjasonur! Tak tær tigulstein, legg hann framman fyri teg og rist í hann ein bý - Jerúsalem!
2 Reis hervirki móti honum, laða skansar móti honum, kasta upp moldgarð móti honum, lat herar taka støðu móti honum, og set múrbrótarar móti honum rundan um hann!
3 Tak tær so jarnpannu og set hana sum jarnvegg millum teg og býin, og vend andliti tínum móti honum, so hann verður kringsettur, og tú kringsetur hann! Hetta skal vera húsi Ísraels tekin.
4 So skalt tú leggja teg á vinstru lið og leggja á hana misgerð Ísraels húss; allar dagarnar tú liggur á tí liðini, skalt tú bera misgerð teirra.
5 Eg skal lata misgerðarár teirra verða tær líka mangar dagar, 390 dagar; so leingi skalt tú bera misgerð Ísraels húss.
6 Táið tú so ert komin at enda við teimum, skalt tú aðru ferð leggja teg - á høgru lið - og bera misgerð Juda húss; 40 dagar, ein dag fyri hvørt ár, skal Eg lata teg bera hana.
7 Og tú skalt venda andliti tínum og arminum berum móti hinum kringsetta Jerúsalem og profetera móti tí.
8 Eg leggi tog á teg, so tú fært ikki vent tær av aðrari liðini á hina, fyrrenn tú ert komin at enda við døgunum, ið tú heldur tað kringsett.
9 Tak tær síðani hveiti, bygg, bønur, linsur, hirsu og spelt, lat tað alt í ílat og baka tær breyð av tí! Allar dagarnar tú liggur á liðini - 390 dagar - skalt tú hava tað at eta.
10 Maturin, ið tú etur, skal vera eftir vekt, tjúgu seklar um dagin; frá tíð til tíð skalt tú eta hann.
11 Vatnið, ið tú drekkur, skal vera eftir máli, sættingurin av hin; frá tíð til tíð skalt tú drekka tað.
12 Sum byggkøkur skalt tú eta tað; tú skalt baka tað fyri eygum teirra og hava mannatrekk til brenni.
13 Og HARRIN segði: "Soleiðis skulu Ísraelsmenn eta breyð sítt óreint millum tjóðirnar, ið Eg skal reka teir burtur til."
14 Men eg svaraði: "Á Harri HARRI! Sál mín er aldri vorðin órein; nakað sjálvdeytt og sundurskrætt havi eg ikki etið frá ungdóminum líka higartil, og óreint kjøt er ikki komið mær í munn!"
15 Tá segði Hann við meg: "Nú, Eg skal loyva tær at hava mykju til brenni í staðin fyri mannatrekk, táið tú bakar breyð títt."
16 Framvegis segði Hann við meg: "Menniskjasonur! Eg bróti sundur breyðstavin í Jerúsalem; tey skulu eta breyð eftir vekt, og tað í angist, og drekka vatn eftir máli, og tað við ræðslu,
17 ja, so at teimum skal fattast breyð og vatn, og tey skulu øll sum eitt verða sligin av ræðslu og svinna burtur í misgerð síni."