Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum!
3 Sig við Ammonitar: Hoyrið orð Harrans HARRANS! So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú rópti: "Tað var gott!" um halgidóm Mín, sum vanhalgaður er, yvir Ísraelsland, sum lagt er í oyði, og yvir hús Juda, sum noyddist at fara í útlegd
4 - ja, so skal Eg lata Eysturlendingar fáa teg at eiga; teir skulu seta upp tjøld síni í tær og reisa bústaðir sínar í tær; teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína.
5 Eg skal gera Rabba kamelum til haglendi og Ammonitaland smáfæi til støðu - og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
6 Tí so sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú klappaði saman hendur, trampaði við fótunum og við allari vanvirðingini í sál tíni gleddist yvir Ísraelsland
7 - ja, so rætti Eg út hondina móti tær og gevi heidningum teg til føði; Eg oyði teg millum fólkasløgini, striki teg út millum londini og geri teg til einkis - og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN.
8 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Móab og Se’ir søgdu: "Nú er jú gingið við húsi Juda sum við øllum hinum tjóðunum!"
9 - ja, so skal Eg opna síðu Móabs líka frá býunum, frá býum tess í øllum ættum, hin fagrasta part landsins - Bet-Jesimot, Ba’al-Meon og líka at Kirjatajim -
10 so at Eysturlendingar sleppa inn - eins og Eg skal gera við Ammonitaland, sum Eg gevi teimum at eiga, fyri at eingin millum tjóðirnar skal minnast Ammonitaland hereftir.
11 Eg skal halda dóm yvir Móab, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
12 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Edom var so hevningarsamt við hús Juda og dró skyld oman yvir seg við at hevna seg á tey,
13 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal rætta út hondina móti Edom og beina burtur haðani bæði fólk og fæ; Eg skal gera tað til oyðimørk líka úr Teman, og líka at Dedan skulu tey falla fyri svørði.
14 Hevnd Mína móti Edom skal Eg leggja í hendur Ísraels, fólks Míns; teir skulu gera við Edom eftir vreiði og bræði Míni, og tey skulu fáa hevnd Mína at kenna - sigur Harrin HARRIN.
15 So sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at Filistarar vóru so hevningarsamir - aftur fyri at teir við allari vanvirðingini í sál síni hevndu seg og herjaðu í endaleysum hatri,
16 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg rætti út hondina móti Filistarum, týni Kretar og geri enda á teimum, sum eftir eru í landinum fram við sjónum.
17 Eg skal lata stóra hevnd koma yvir tey og revsa tey í vreiði Míni, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN, táið Eg lati hevnd Mína koma yvir tey.