Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Andin lyfti mær nú upp og flutti meg at Eysturportri húss HARRANS - tí, sum vendir eystureftir. Har fekk eg at síggja 25 menn standa fyri durum portursins, og mitt ímillum teirra Ja’azanja, son Azzur, og Pelatja, son Benaja - sum vóru høvdingar fólksins.
2 Og Hann segði við meg: "Menniskjasonur! Hetta eru menninir, ið upphugsa órætt og leggja ónd ráð í hesum staði;
3 tað eru teir, ið siga: "Einki verður at hugsa um at byggja hús í bræði - hann er potturin, og vit eru kjøtið."
4 Profetera tí móti teimum - profetera, menniskjasonur!"
5 So fall Andi HARRANS á meg, og Hann segði við meg: "Sig: So sigur HARRIN: So hava tit sagt, tit av húsi Ísraels - hugsanirnar, ið upp koma í anda tykkara, kenni Eg.
6 Mong eru tey, ið tit hava dripið í hesum staði; tit hava fylt gøtur hansara við dripnum.
7 Tí sigur Harrin HARRIN so: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja mitt í staðnum, eru kjøtið; og hann er potturin; men tit skulu verða beindir burt úr honum.
8 Tit ræðast svørðið - og svørðið skal Eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin HARRIN.
9 Eg skal beina tykkum burt úr honum og geva tykkum fremmandum í hendur, og Eg skal halda dóm yvir tykkum.
10 Fyri svørði skulu tit falla; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum - og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
11 Staðurin skal ikki vera tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í honum; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum.
12 Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN - tit, sum ikki hava gingið eftir boðum Mínum og ikki hava hildið lógir Mínar; nei, tit hava gjørt eftir lóg heidningafólkanna, ið rundan um tykkum búgva."
13 Men sum eg profeteraði so, tá doyði Pelatja, sonur Benaja. Tá fall eg á andlit mítt og rópti hart: "Á Harri HARRI! Fert Tú heilt at gera enda á tí, sum eftir er av Ísrael?"
14 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
15 "Menniskjasonur! Brøður tínir - brøður tínir, næstu skyldmenn tínir og alt hús Ísraels - alt fólkið er tað, ið teir, sum í Jerúsalem búgva, siga við: "Haldið tykkum langt burtur frá HARRANUM! Okkum er landið givið í ogn."
16 Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi rikið tey langt burt til heidningafólkini og spjatt tey um londini, og bert stutta tíð varð Eg teimum halgidómur í londunum, sum tey komu til.
17 Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal savna tykkum saman frá tjóðunum og sanka tykkum upp úr londunum, sum tit eru spjadd í, og Eg skal geva tykkum Ísraelsland.
18 Og táið tey koma hagar, skulu tey beina burt haðani allar hinar fúlu og viðurstyggiligu avgudar, ið har eru.
19 Eg skal geva teimum øllum eitt og sama hjarta, og nýggjan Anda skal Eg leggja teimum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta,
20 so tey ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum; so skulu tey vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
21 Men tey, sum lata hjarta sítt ganga eftir fúlu og viðurstyggiligu avgudum sínum, atburð teirra skal Eg lata koma yvir teirra egna høvd - sigur Harrin HARRIN."
22 Nú breiddu kerúbarnir út veingirnar, og hjólini fylgdu við; dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
23 Dýrd HARRANS lyfti sær upp av býnum og varð standandi á fjallinum, ið eystan fyri býin er.
24 Men mær lyfti andin upp og fór við mær í sjónini - við Anda Guds - til Kaldea, til teirra, sum í útlegd vóru. Síðani fór sjónin, ið eg hevði sæð, upp - burtur frá mær.
25 Og eg talaði til teirra, sum í útlegd vóru, øll orðini, ið HARRIN hevði opinberað mær.