Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Tú, menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN við Ísraelsland: Endi! Endin kemur yvir fýra horn landsins.
3 Nú kemur endin yvir teg; Eg skal senda vreiði Mína móti tær og døma teg eftir atburði tínum, og Eg skal lata teg bøta fyri allar viðurstygdir tínar.
4 Ikki skal Mær tykjast synd í tær, og ikki skal Eg eira tær; nei, Eg skal lata teg bøta fyri atburð tín; viðurstygdir tínar skulu hvíla á tær, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
5 So sigur Harrin HARRIN: Vanlukka! Vanlukka eina ferð fyri allar - hon kemur!
6 Endi kemur - endin kemur; hann vaknar upp og kemur til tín - ja, tað kemur!
7 Nú er tað til tín, tað kemur, tú, sum í landinum býrt. Tíðin kemur, dagurin er nær, dagur við ræðslu og ikki við fagaðarrópum á fjøllunum.
8 Nú - um lítla stund - skal Eg úthella bræði Mína yvir teg, lata alla vreiði Mína stoytast út yvir teg og døma teg eftir atburði tínum; Eg skal lata teg bøta fyri allar viðurstygdir tínar.
9 Ikki skal Mær tykjast synd í tær, og ikki skal Eg eira tær; eftir atburði tínum skal Eg løna tær, viðurstygdir tínar skulu hvíla á tær - og tit skulu sanna, at tað eri Eg, HARRIN, ið slái.
10 Hygg dagurin! Hygg, tað kemur! Nú byrjar tað; koyrilin blómar, hugmóðið grønkar,
11 yvirgangurin reisist til koyril yvir gudloysi. Einki verður eftir av teimum, einki av øllum hópi teirra, einki av góðsi teirra - og upp í einki kemur øll dýrd teirra.
12 Tíðin kemur, dagurin er nær! Keyparin gleðist ikki, og seljarin gremji seg ikki; tí brennandi vreiði kemur yvir allan hóp teirra.
13 Seljarin skal ikki fáa aftur tað, ið hann hevur selt, um hann so er á lívi; tí spádómurin móti øllum hópi teirra skal ikki verða tikin aftur, og eingin, sum livir í misgerð, skal verða mentur at verja lív sítt.
14 Teir blása í horn og gera alt til reiðar; men eingin fer út í bardaga; tí vreiði Mín er vend móti øllum hópi teirra.
15 Svørð uttanfyri og pestur og hungur innanfyri! Tann, ið úti á markini er, skal falla fyri svørði, og tann, sum inni í býnum er, honum skal hungur og pestur gera enda á.
16 Og um so nøkur av teimum komast undan, skulu tey vera á fjøllunum sum kurrandi dúvur í dølunum - hvør og ein aftur fyri misgerð sína.
17 Allar hendur skulu verða máttleysar, og øll knø skulu verða sum vatn.
18 Tey skulu klæða seg í syrgibúna, og ræðsla skal leggjast oman yvir tey; skomm skal fjala hvørt andlit, og hvørt høvd skal vera skallut.
19 Silvur sítt skulu tey blaka út á gøturnar, og gull sítt skulu tey rokna fyri skarn; silvur og gull teirra skal ikki vera ment at frelsa tey vreiðidag HARRANS; tey skulu ikki fáa mettað seg ella fylt búk sín við tí. Tí tað hevur fingið tey at falla og misbróta seg;
20 dýru prýði síni, sum gjørd eru av tí, hava tey nýtt til at spæla stór við, og viðurstyggiligu myndir sínar, fúlu avgudar sínar, hava tey gjørt av tí; tí geri Eg teimum tað til skarn.
21 Eg skal geva fremmandum tað í hendur sum rán, geva hinum gudleysu á jørðini tað sum fong; og teir skulu vanhalga tað.
22 Eg skal venda andliti Mínum frá teimum; og teir skulu vanhalga skatt Mín; ránsmenn skulu treingja seg inn hagar og vanhalga hann.
23 Ger leinkjuna til reiðar! Tí landið er fult av blóðdómum, og býurin er fullur av yvirgangi.
24 Eg skal lata hinar verstu heidningarnar koma, og teir skulu taka hús teirra í ogn; Eg skal gera enda á hugmóði hinna freku, og halgidómar teirra skulu verða vanhalgaðir.
25 Ræðsla skal koma; og tey skulu leita eftir frelsu, men ikki finna hana.
26 Ein vanlukkan skal koma fyri, og onnur eftir, og eini tíðindini fyri, og onnur eftir, skulu verða at frætta; tey skulu leita til profetin eftir sjón; lóg skal ikki vera at finna hjá prestinum, ei heldur ráð hjá hinum gomlu.
27 Kongurin skal syrgja, høvdingin skal sveipa seg í ræðslu, og fólkið í landinum skal standa við piprandi hondum. Eftir atburði teirra skal Eg gera við tey; sum tey hava uppiborið, skal Eg døma tey, og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.