Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 40
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Fimta og tjúgunda árið eftir at vit vóru herleidd, í byrjan ársins, tann tíggjunda í mánaðinum - fjúrtanda árið eftir at staðurin var tikin - júst tann dag kom hond HARRANS yvir meg, og Hann flutti meg hagar.
2 Í sjónum frá Gudi flutti Hann meg til Ísraelsland og setti meg niður á ógvuliga høgt fjall; á tí var í suðri eins og staður bygdur.
3 Hann flutti meg hagar. Og tá var har ein maður; av útsjónd var hann sum kopar; hann hevði í hondini línband og málistong, og hann stóð í portrinum.
4 Maðurin segði við meg: "Menniskjasonur! Síggj við eygunum, hoyr við oyrunum og akta eftir øllum tí, sum eg fari at lata teg síggja! Tí tú ert fluttur higar, fyri at eg skal lata teg síggja tað. Kunnger húsi Ísraels alt, ið tú sært!"
5 Eg sá nú, at múrur gekk rundan um húsið allan vegin runt. Málistongin, sum maðurin hevði í hondini, var seks alin long, hvør alin roknað handarbreidd longri enn vanligt. Hann máldi, hvussu tjúkkur múrurin var - hann var eina stong - og hvussu høgur hann var - hann var eina stong.
6 So kom hann til portrið, ið eystureftir vendi. Hann gekk upp trappurnar til tað, og hann máldi gátt portursins; hon var eina stong breið; hetta var fyrsta gáttin, hon var eina stong breið.
7 Hvør vaktarstovan var eina stong long og eina stong breið; millum vaktarstovurnar vóru fimm alin, og gátt portursins við porturforsalin innantil var eina stong.
8 Hann máldi porturforsalin innantil; hann var eina stong.
9 Hann máldi porturforsalin - hann var átta alin - og múrstólpar hansara - teir vóru tvær alin. Porturforsalurin lá innantil.
10 Vaktarstovurnar í portrinum eystantil vóru tríggjar hvørjumegin; allar tríggjar vóru líka stórar, og múrstólparnir báðumegin vóru eisini líka stórir.
11 Hann máldi duravídd portursins - hon var tíggju alin - og hvussu langt portrið var - tað var trettan alin.
12 Framman fyri vaktarstovurnar var rúm, ið var eina alin, og hinumegin var líkaleiðis rúm, ið var eina alin; hvør vaktarstovan var seks alin øðrumegin og seks alin hinumegin.
13 Hann máldi portrið, av takinum á aðrari vaktarstovuni til takið á hini vaktarstovuni; breiddin var 25 alin. Dyr vóru yvir av durum.
14 Hann gjørdi múrstólparnar 60 alin høgar; og tætt inn at múrstólpunum lá forgarðurin, rundan um portrið.
15 Frá framsíðu inngangsportursins til framsíðu forsalsins í Innara Portri vóru 50 alin.
16 Vindeygu við fastari grind vóru á vaktarstovunum og á múrstólpum teirra innantil móti portrinum allan vegin runt, og líkaleiðis á forsølunum; soleiðis vóru vindeygu allan vegin runt innantil, og á múrstólpunum vóru pálmar.
17 Síðani fór hann við mær inn í Ytra Forgarð, og eg sá, at har vóru kømur og steinlagt gólv í forgarðinum allan vegin runt; 30 kømur vóru á steingólvinum.
18 Steingólvið var fram við síðuveggjum portursins og hevði somu breidd, sum portrini vóru long; hetta var niðara steingólvið.
19 So máldi hann breiddina frá framsíðu Niðara Porturs til ytru framsíðu Innara Forgarðs; hon var 100 alin eystureftir og norðureftir.
20 So máldi hann longd og breidd portursins, ið norðureftir vendi, og sum hoyrdi til Ytra Forgarð.
21 Tað hevði tríggjar vaktarstovur hvørjumegin, og múrstólparnir og forsalirnir vóru líka stórir sum í hinum fyrsta portrinum; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
22 Vindeyguni, forsalirnir og pálmarnir høvdu somu stødd sum í portrinum, sum eystureftir vendi; sjey trapputrin vóru at ganga upp í tað, og forsalirnir lógu framman fyri tað.
23 Portrið til Innara Forgarð var beint yvir av portrinum, ið norðureftir og eystureftir vendi; og hann máldi 100 alin frá einum portrinum til annað.
24 Nú fór hann suðureftir við mær, og eg sá, at har var portur, sum vendi suðureftir; hann máldi múrstólparnar og forsalirnar har; teir høvdu somu stødd sum hinir.
25 Vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt, líka vorðin sum hini vindeyguni; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
26 Trappurnar upp í tað høvdu sjey trin, og forsalirnir vóru framman fyri tær; pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin.
27 Eitt portur til Innara Forgarð var fyri sunnan við; frá hesum portrinum til portrið suðureftir máldi hann 100 alin.
28 So fór hann við mær gjøgnum Suðurportur inn í Innara Forgarð, og hann máldi Suðurportur; tað hevði somu stødd sum hini.
29 Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
30 Forsalir vóru allan vegin runt, 25 alin langir og fimm alin breiðir.
31 Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og á múrstólpunum vóru pálmar; trappurnar høvdu átta trin.
32 Hann fór nú við mær inn í Innara Forgarð fyri eystan, og hann máldi portrið; tað hevði somu stødd sum hini.
33 Vaktarstovurnar, múrstólparnir og forsalirnir har høvdu somu stødd sum hini, og vindeygu vóru á tí og á forsølunum allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
34 Forsalirnir vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin.
35 Síðani fór hann við mær til Norðurportur, og hann máldi tað; tað hevði somu stødd sum hini.
36 Somuleiðis máldi hann vaktarstovurnar, múrstólparnar og forsalirnar har; vindeygu vóru á tí allan vegin runt; tað var 50 alin langt og 25 alin breitt.
37 Múrstólparnir har vendu út móti Ytra Forgarði, og pálmar vóru á múrstólpunum báðumegin; trappurnar høvdu átta trin.
38 Eitt kamar við inngongd síni var við múrstólpar portranna; har skuldu teir skola brenniofrið.
39 Í porturforsalinum stóðu tvey borð hvørjumegin til at drepa brenniofrini, syndofrini og skyldofrini á.
40 Við ytra síðuveggin, ið fyri norðan var - táið ein gekk upp at porturdurunum - stóðu tvey borð, og við hin síðuvegg porturforsalsins stóðu eisini tvey borð
41 - fýra borð við hvønn síðuvegg portursins, tilsamans átta borð; tey skuldu vera til at drepa á.
42 Fýra borð vóru til brenniofrið; tey vóru av høgdum gróti, hálvaaðru alin long, hálvaaðru alin breið og eina alin høg; á tey skuldu teir leggja amboðini, ið teir drópu brenniofrini og sláturofrini við.
43 Dupultir krókar, hond breiðir, vóru festir á húsið allan vegin runt; og á borðini skuldi offurkjøtið leggjast.
44 Uttan fyri Innara Portur vóru kømur til sangararnar - í Innara Forgarði við síðu Norðurporturs; framsíða teirra vendi suðureftir. Eitt annað rað av kømurum lá við síðu Eysturporturs, við framsíðuni norðureftir.
45 Hann segði við meg: "Hetta raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna suðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna inni í húsinum.
46 Men hitt raðið av kømurum, sum vendir framsíðuna norðureftir, er til prestarnar, ið gera tænastuna við altarið - til eftirkomarar Zadoks - sum eru teir av Levisonum, ið sleppa at koma HARRANUM nær at tæna Honum."
47 - Hann máldi so forgarðin; hann var 100 alin langur og 100 alin breiður - fýrhyrntur. Altarið stóð framman fyri húsið.
48 Nú fór hann við mær til forsal hússins. Hann máldi múrstólpar forsalsins - teir vóru fimm alin hvørjumegin - og breidd portursins - hon var tríggjar alin hvørjumegin.
49 Forsalurin var tjúgu alin langur og ellivu alin breiður; trapputrin vóru at ganga upp í hann, og við múrstólparnar stóðu súlur, ein hvørjumegin.