Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 47
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Nś fór hann viš męr aftur til inngongd hśssins; eg sį tį, at vatn kom śt undan gįtt hśssins fyri eystan; tķ framsķša hśssins vendi eystureftir. Vatniš rann nišur undan hųgru sķšu hśssins, sunnan fyri altariš.
2 Hann lęt meg so fara śt um Noršurportur og fór runt viš męr uttanfyri, at Ytra Portri, at portrinum, iš eystureftir vendir; har fekk eg at sķggja vatn springa upp hųgrumegin.
3 Mašurin fór nś eystureftir viš mįlisnųri ķ hondini og mįldi 1000 alin; so lęt hann meg vaša yvir um vatniš; taš var upp į ųklar.
4 Uppaftur mįldi hann 1000 alin og lęt meg vaša yvir um vatniš; tį var vatniš upp undir knų. Aftur mįldi hann 1000 alin og lęt meg vaša yvir um vatniš - sum har var upp į mišju.
5 Eina ferš enn mįldi hann 1000 alin; tį var vatniš ein į, sum eg ikki kundi vaša um; tķ vatniš var so djśpt, at ein kravdi at svimja - taš var ein į, sum ikki var vašandi um.
6 Tį segši hann viš meg: "Hevur tś sęš hetta, menniskjasonur?" Sķšani fór hann aftur viš męr, fram viš įarbakkanum.
7 Tįiš eg kom aftur, sį eg, at ógvuliga nógv trų stóšu bįšumegin į įarbakkanum.
8 Hann segši viš meg: "Hetta vatn rennur śt ķ landiš fyri eystan og sķšani longur - oman į slęttlendiš - og hašani rennur taš ķ haviš. Og tįiš taš veršur leitt śt ķ haviš, veršur vatniš har gott.
9 Allir livandi skapningar, iš rųrast, allastašni har dupultįin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nųrast ķ stórum; tķ tįiš hetta vatn kemur hagar, veršur heilsubót og lķv, allastašni har įin kemur.
10 Fiskimenn skulu standa viš haviš śr En-Gedi til En-Eglajim; taš skal vera staš at seta nót śt; har skal vera ógvuliga nógvur fiskur av ymiskum slųgum, eins og ķ Stórahavi.
11 Men blotarnir og hyljarnir har skulu ikki verša bųttir; teir eru saltinum givnir.
12 Viš įnna skulu - į bįšum įarbakkum - vaksa upp alskyns frukttrų; blųš teirra skulu ikki fųlna, og tey skulu ikki geva uppat at bera įvųkst; hvųnn mįnaš skulu tey bera nżggjan įvųkst; tķ vatniš til teirra gongur śt śr halgidóminum. Og įvųkstur teirra skal vera til fųši, og blųš teirra til heilsubót."
13 So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru markini, iš tit skulu skifta sundur landiš eftir, hinum tólv ęttum Ķsraels til arvalut - Jósef skal hava tveir lutir.
14 Tit skulu taka taš til arvalut, ein lķka vęl sum annar; tķ Eg havi lyft hond Mķni og svoriš at geva fedrum tykkara taš; tķ skal hetta land nś ognast tykkum sum arvalutur.
15 Hetta skulu vera mark landsins: Noršursķšan: Frį Stórahavi fram viš Hetlonsvegnum, hagar sum leišin liggur til Zedad,
16 Hamat, Berota, Sibrajim - sum liggur millum landamark Damaskus og landamark Hamats, Mišhazer, sum liggur yvir at landamarki Havrans.
17 Markiš skal soleišis ganga frį havinum til Hazar-Enon viš landamark Damaskus og hašani enn longur noršur, lķka at landamarki Hamats. Hetta er noršursķšan.
18 Eystursķšan: Jordan - millum Havran og Damaskus og millum Gilead og Ķsraelsland; śr markinum fyri noršan at havinum fyri eystan skulu tit mįla. Hetta er eystursķšan.
19 Sušursķšan - fyri sunnan -: Śr Tamar at Meribotsvatni viš Kades, at įnni og lķka ķ Stórahav. Hetta er sušursķšan, markiš fyri sunnan.
20 Vestursķšan er Stórahav frį markinum fyri sunnan til beint śt av, har sum leišin liggur til Hamat. Hetta er vestursķšan.
21 Hetta land skulu tit skifta millum tykkara eftir ęttum Ķsraels.
22 Tit skulu viš lutakasti skifta taš til arvalut tykkara og hinna fremmandu, iš millum tykkara bśgva, og sum hava fingiš bųrn millum tykkara; tey skulu vera tykkum sum hini innfųddu millum Ķsraelsmenn; tey skulu fįa arvalut saman viš tykkum millum ęttir Ķsraels.
23 Ķ teirri ętt har hin fremmandi bżr, skulu tit lata hann fįa arvalut hansara - sigur Harrin HARRIN.