Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 43
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Nú fór hann við mær at portrinum, tí portrinum, ið eystureftir vendi.
2 Tá sá eg dýrd Ísraels Guds koma eystaneftir; ljóðið av henni var sum ljóðið av stórum vøtnum, og jørðin lýsti av dýrd Hansara.
3 Sjónin, ið eg sá, var sum sjónin, ið eg hevði sæð, táið eg kom at leggja býin í oyði, og sjónirnar vóru sum sjónin, ið eg hevði sæð við Kebará. Og eg fall niður á andlit mítt.
4 Dýrd HARRANS fór nú inn í húsið um portrið, ið eystureftir vendi.
5 Og Andin lyfti meg upp og fór við mær, inn í Innara Forgarð; so sá eg, at dýrd HARRANS fylti húsið.
6 Eg hoyrdi nú Ein tala til mín úr húsinum, meðan maður stóð undir lið míni.
7 Hann segði við meg: Menniskjasonur! Hetta er staðið, har hásæti Mítt er, staðið, har føtur Mínir skulu standa - har Eg til ævigar tíðir skal búgva millum Ísraelsmenn. Hús Ísraels skal ikki longur gera heilaga navn Mítt óreint - hvørki tey ella kongar teirra - við horulívi sínum, við deyðu kroppum konga sína og við offurheyggjum sínum,
8 soleiðis sum tey gjørdu, táið tey settu gátt sína hjá gátt Míni og durastav sín hjá durastavi Mínum, so einki uttan veggurin var millum Meg og tey, og gjørdu heilaga navn Mítt óreint við tí viðurstyggiliga, ið tey høvdust at, so Eg í vreiði Míni noyddist at gera enda á teimum.
9 Nú skulu tey lata horulív sítt og deyðu kroppar konga sína vera langt burtur frá Mær, og so skal Eg til ævigar tíðir búgva millum teirra.
10 Men tú, menniskjasonur! Tala til hús Ísraels um hetta húsið, so tey koma at skammast yvir misgerðir sínar - og mála hin væl fyriskipaða bygningin!
11 Táið tey tá skammast yvir alt, ið tey hava gjørt, skalt tú kunngera teimum, hvussu húsið sær út, og hvussu tað er innrættað, útgongdir og inngongdir tess, hvussu tað á allan hátt sær út, og allar fyriskipanirnar um tað - hvussu tað á allan hátt sær út, og allar lógirnar um tað - og skriva tað upp fyri eygum teirra, so tey kunnu akta eftir, hvussu tað á allan hátt sær út, og eftir øllum fyriskipanunum um tað - og gera eftir teimum.
12 Hetta er lógin um húsið: Á fjalstindinum skal alt, ið til tað hoyrir - rundan um tað - vera háheilagt - ja, hetta er lógin um húsið.
13 Hetta eru mál altarsins í alnatali - alinin roknað handarbreidd longri enn vanlig alin -: Fótstykki skal vera, eina alin høgt og eina alin breitt, og kantlistin á rond tess skal vera eina sponn breiður allan vegin runt. Hetta er undirlag altarsins.
14 Frá fótstykkinum niðri við jørðina til niðara stallin skulu vera tvær alin, og breiddin skal vera ein alin; og frá minna stallinum til størra stallin skulu vera fýra alin, og breiddin skal vera ein alin.
15 Har’el skal vera fýra alin, og frá Ariel uppeftir skulu vera fýra horn.
16 Ariel skal vera tólv alin langt og tólv alin breitt - fýrhyrnt, við fýra líka longum síðum.
17 Stallurin skal vera fjúrtan alin langur og fjúrtan alin breiður, við fýra líka longum síðum; kantlistin rundan um hann skal vera hálva alin, og fótstykkið eina alin allan vegin runt; trappurnar skulu venda eystureftir.
18 Og Hann segði við meg: "Menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN: Hetta eru fyriskipanirnar um altarið, tann dag tað verður gjørt, so ofrast kann brennioffur á tí, og slettast kann blóð á tað.
19 Tá skalt tú fáa hinum levitisku prestunum - teimum, ið eru av ætt Zadoks, sum standa Mær nær og tæna Mær - ungan tarv til syndoffur - sigur Harrin HARRIN.
20 Og tú skalt taka av blóði hansara og smyrja á hini fýra horn altarsins, á hini fýra horn stallanna og á kantlistan allan vegin runt; og tú skalt reinsa tað frá synd og gera bót fyri tað.
21 So skalt tú taka syndoffurtarvin, og hann skal brennast á tí staðnum í húsinum, sum fyriskrivað er, uttan fyri halgidómin.
22 Annan dagin skalt tú ofra lýtaleysan bukk sum syndoffur, og teir skulu reinsa altarið frá synd, eins og teir reinsaðu tað við tarvinum.
23 Táið tú ert liðugur at reinsa tað, skalt tú ofra ungan, lýtaleysan tarv og av smáfænum lýtaleysan veðr.
24 Tú skalt leiða teir fram fyri ásjón HARRANS, og prestarnir skulu stroya salt á teir og ofra HARRANUM teir sum brennioffur.
25 Í sjey dagar skalt tú dagliga ofra bukk sum syndoffur, og ungur tarvur og av smáfænum veðrur, báðir lýtaleysir, skulu ofrast.
26 Í sjey dagar skulu teir gera bót fyri altarið og reinsa tað og víga tað.
27 Táið so hesir dagar eru at enda, skulu prestarnir - áttanda dagin og altíð eftirsíðani - ofra brennioffur og takkoffur tykkara á altarinum, og tá skal Eg í náði taka ímóti tykkum - sigur Harrin HARRIN."