Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 41
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Nú fór hann inn í hitt heilaga við mær. Hann máldi múrstólparnar; teir vóru báðumegin seks alin tjúkkir - hetta var breidd tjaldsins.
2 Dyrnar vóru tíggju alin breiðar, og síðuveggirnir við dyrnar vóru fimm alin hvørjumegin. So máldi hann longd tess - hon var 40 alin - og breiddina - hon var 20 alin.
3 Síðani fór hann innum. Hann máldi durastólparnar - teir vóru tvær alin - og dyrnar - tær vóru seks alin - og duravíddina - hon var sjey alin.
4 Hann máldi longd tess - hon var 20 alin - og breiddina - hon var 20 alin - fram við templinum. Og hann segði við meg: "Hetta er hitt alraheilagasta."
5 Síðani máldi hann vegg hússins - hann var seks alin - og breidd síðukamaranna - hon var fýra alin - rundan um alt húsið.
6 Síðukømurini lógu, hvørt áfast við annað, í trimum hæddum, 30 í hvørjari hædd; tey gingu at tí vegginum, sum húsið hevði móti síðukømurunum allan vegin runt, so at tey hvíldu á honum; men tey vóru ikki fest í húsveggin sjálvan.
7 Soleiðis vórðu síðukømurini breiðari og breiðari allan vegin runt, tess hægri uppi tey lógu; tí bygningurin um húsið gekk hægri og hægri upp rundan um húsið. Tí var breiddin móti húsinum størri í erva. Úr niðastu hædd varð gingið upp í miðhæddina, og úr henni upp í ovastu.
8 Eg sá, at húsið stóð á einum palli, sum gekk allan vegin runt; grundvøllur síðukamaranna var eina fulla stong - seks alin at jaðaranum.
9 Tjúkt veggjarins, ið síðukømurini høvdu úteftir, var fimm alin, og tað opna rúmið millum síðukømur hússins
10 og hini kømurini var 20 alin breitt rundan um alt húsið.
11 Dyr síðukamaranna vendu út móti hinum opna rúminum; einar dyr vendu norðureftir, og einar suðureftir, og tað opna rúmið var fimm alin breitt allan vegin runt.
12 Bygningurin, ið lá yvir av hinum fráskilda plássinum fyri vestan, var 70 alin breiður, og veggur bygningsins var fimm alin tjúkkur allan vegin runt; langur var hann 90 alin.
13 Nú máldi hann húsið; tað var 100 alin langt; og hitt fráskilda plássið og bygningurin við veggjum sínum vóru 100 alin á longd.
14 Framsíða hússins og hitt fráskilda plássið fyri eystan vóru 100 alin.
15 Hann máldi longd bygningsins yvir av hinum fráskilda plássinum - hann lá aftan fyri tað - og súlugongirnar báðumegin hann; tað vóru 100 alin - somuleiðis innhúsið og forsalir forgarðsins,
16 gáttirnar, vindeyguni við føstum grindum, súlugongirnar allan vegin runt í trimum hæddum teirra - oman fyri gáttirnar var bróst av viði allan vegin runt, vindeyguni sótu tætt niðri við jørðina, og lúkur vóru fyri teimum -
17 rúmið yvir durunum, rúmið inn at innhúsinum og fyri uttan og á øllum vegginum allan vegin runt, bæði innan og uttan - alt var eftir máli.
18 Kerúbar vóru gjørdir, og pálmar, ein pálmi millum tveir kerúbar; og kerúbarnir høvdu tvey andlit,
19 menniskjaandlit móti pálmanum øðrumegin og andlit ungleyvu móti pálmanum hinumegin; so var gjørt á øllum húsinum allan vegin runt.
20 Av gólvinum til oman fyri dyrnar vóru kerúbar gjørdir, og pálmar, á tempulvegginum.
21 Templið hevði fýrhyrntar durastavir, og framsíða halgidómsins hevði somu útsjónd.
22 Altarið var av viði, tríggjar alin høgt og tvær alin langt; tað hevði horn, og langsíðan og veggirnir vóru av viði. Hann segði við meg: "Hetta er borðið, ið stendur fyri ásjón HARRANS."
23 Tvinnar dyr vóru á templinum og halgidóminum.
24 Dyrnar høvdu tvær hurðar, og hvør hurðin mól á hongslum; tvær hurðar høvdu aðrar dyrnar, og tvær høvdu hinar.
25 Á teimum - á tempuldurunum - vóru gjørdir kerúbar og pálmar, eins og á veggjunum; og trappuhús av viði var framman fyri forsalin, fyri uttan.
26 Vindeygu við fastari grind og pálmum vóru á síðuveggjum forsalsins, báðumegin, og í síðukømurum hússins og í trappuhúsinum.