Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Tú, menniskjasonur! Profetera móti Gog og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal!
2 Eg skal venda tær við, reka teg fram, lata teg koma úr ytsta Norðurlandi og leiða teg niðan á Ísraelsfjøll.
3 Eg skal sláa bogan úr vinstru hond tíni og lata pílarnar detta úr høgru hond tíni.
4 Á Ísraelsfjøllum skalt tú falla, tú og allir skarar tínir og fólkasløgini, ið við tær eru; alskyns rovfuglum og hinum villu dýrunum á markini gevi Eg teg til føði.
5 Á markini skalt tú falla; tí Eg havi talað - sigur Harrin HARRIN.
6 Eg skal senda eld móti Magog og móti teimum, ið trygt búgva á oyggjunum - og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
7 Eg skal kunngera heilaga navn Mítt millum Ísrael, fólk Mítt, og ikki longur lata heilaga navn Mítt verða vanhalgað - og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, hin heilagi í Ísrael.
8 Ja, tað kemur, og tað verður - sigur Harrin HARRIN; hetta er dagurin, ið Eg havi talað um.
9 Tá skulu teir, sum búgva í býum Ísraels, fara út og kynda eld og halda hann brennandi við herklæðum, við smáum og stórum skjøldum, við bogum, pílum, støvum og spjótum; í sjey ár skulu teir halda eldin brennandi við hesum;
10 teir skulu ikki fara út á markina eftir viði og ikki høgga í skógunum; nei, við herklæðunum skulu teir halda eldin brennandi. Teir skulu ræna frá ránsmonnum sínum og herja herjarar sínar - sigur Harrin HARRIN.
11 Tann dag skal Eg geva Gog gravstað í Ísrael, Ferðamannadal eystan fyri havið; hann skal steingja ferðafólki vegin. Har skulu teir jarða Gog og alt lið hansara, og teir skulu rópa hann Gogsliðsdal.
12 Sjey mánaðir skal hús Ísraels vera um at jarða teir og soleiðis reinsa landið.
13 Alt fólkið í landinum skal vera um at jarða teir, og tað skal vera teimum til rós, tann dag Eg opinberi dýrd Mína - sigur Harrin HARRIN.
14 Teir skulu velja nakrar menn, sum støðugt skulu ferðast um landið, og aðrar, sum saman við teimum, ið ferðast um landið, skulu jarða allar, ið enn liggja eftir á markini um alt landið - til at reinsa tað. Táið sjey mánaðir eru umlidnir, skulu teir leita við sama lagi.
15 Táið ein teirra, sum ferðast um landið, á ferð síni sær menniskjabein, skal hann seta upp merki har, inntil teir, ið jarða skulu, fáa jarðað tað í Gogsliðsdali.
16 Eisini skal býur har bera navnið Hamona. Soleiðis skulu teir reinsa landið.
17 Og tú, menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN: Sig við alskyns fuglar og við øll hini villu dýrini á markini: Savnist saman og komið, tyrpist saman úr øllum ættum til sláturofrið, ið Eg drepi fyri tykkum, veldigt sláturoffur á Ísraelsfjøllum - tit skulu eta kjøt og drekka blóð!
18 Kjøtið av køppum skulu tit eta, og blóðið úr høvdingum jarðarinnar skulu tit drekka - úr veðrum, lombum, bukkum og tarvum - allir eru fitaðir í Basan.
19 Tit skulu eta feitt, inntil tit eru mett, og drekka blóð, inntil tit eru drukkin - av sláturofrinum, ið Eg drepi fyri tykkum.
20 Tit skulu verða mettað við borð Mítt við ríðihestum og vagnhestum, við køppum og alskyns hermonnum - sigur Harrin HARRIN.
21 Eg skal opinbera dýrd Mína millum tjóðirnar, og øll fólkasløg skulu síggja dómin, ið Eg havi hildið, og hond Mína, ið Eg havi lagt á tey.
22 Hús Ísraels skal sanna, at Eg, HARRIN, eri Gud teirra - frá tí degi og framvegis.
23 Og tjóðirnar skulu sanna, at tað var fyri misgerð sína, hús Ísraels varð flutt burtur - aftur fyri at tey vóru Mær trúleys, so Eg fjaldi ásjón Mína fyri teimum og gav tey í hendur fígginda teirra, og tey fullu fyri svørði øll somul.
24 Eftir óreinsku teirra og lógbrotum teirra gjørdi Eg við tey og fjaldi ásjón Mína fyri teimum.
25 Tí sigur Harrin HARRIN so: Nú skal Eg venda lagnu Jákups og vísa øllum húsi Ísraels náði og vera íðin fyri heilaga navni Mínum.
26 Tey skulu gloyma skomm sína og alt trúloysið, ið tey hava víst Mær - táið tey búgva trygt í landi sínum, og eingin ræðir tey.
27 Ja, táið Eg leiði tey aftur frá tjóðunum og savni tey saman úr londum fígginda teirra og prógvi Meg heilagan á teimum, so mangar tjóðir síggja,
28 skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra - við tað at Eg havi herleitt tey til tjóðirnar, men aftur savnað tey saman inn í land teirra og ongan av teimum lati verða eftir har.
29 Eg skal ikki longur fjala ásjón Mína fyri teimum; tí Eg skal úthella Anda Mín yvir alt hús Ísraels - sigur Harrin HARRIN.