Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Zifitar komu til Saul í Gibea og søgdu: "Dávid krógvar seg á Hakilahædd, beint yvir av oyðimørkini!"
2 Tá helt Saul avstað og fór til Zifsoyðimørk við 3000 monnum, sum vóru útvaldir úr øllum Ísrael, at leita eftir Dávidi í Zifsoyðimørk.
3 Saul tók støðu á Hakilahædd beint yvir av oyðimørkini, við vegin. Dávid helt seg í oyðimørkini, og táið hann skilti, at Saul var komin eftir honum út í oyðimørkina,
4 sendi hann út njósnarar og fekk at vita, at hetta var so, at Saul var komin.
5 Tá fór Dávid avstað og kom, hagar sum Saul hevði tikið støðu, og Dávid sá staðið, har sum Saul og herhøvdingi hansara, Abner, sonur Ner, høvdu lagt seg at sova; Saul lá í vagnborgini, og menn hansara høvdu lagt seg rundan um hann.
6 Tá tók Dávid til orða og segði við Ahimelek Hetit og við Abisai, son Zeruju, bróður Jóab: "Hvør kemur við mær oman í tilhaldið til Saul?" Abisai svaraði: "Eg skal koma við tær!"
7 So komu Dávid og Abisai um náttina til herin; Saul lá og svav í vagnborgini; spjót hansara var stungið niður í jørðina við høvdalag hansara, og Abner og herfólkið lógu rundan um hann.
8 Tá segði Abisai við Dávid: "Gud hevur í dag givið fígginda tín í hendur tínar - lat meg nú sleppa at renna spjótið ígjøgnum hann niður í jørðina við einum stingi, so eg skal ikki noyðast at geva honum meir enn tann eina!"
9 Men Dávid svaraði Abisai: "Drep hann ikki! Hvør hevur óstraffaður lagt hond á salvaða HARRANS!"
10 Og Dávid segði framvegis: "Nei, so satt sum HARRIN livir: HARRIN skal sjálvur sláa hann! Tími hansara kemur, og hann doyr - ella hann verður ryktur burtur, táið hann fer í hernað.
11 HARRIN lati tað vera langt frá mær at leggja hond á salvaða HARRANS! Men tak nú spjótið, ið stendur við høvdalag hansara og vatnkrukkuna, og lat okkum fara!"
12 So tók Dávid spjótið og vatnkrukkuna frá høvdalagi Sauls, og teir fóru leið sína; har var eingin, sum sá tað ella var varur við tað ella vaknaði - teir svóvu allir, tí HARRIN hevði latið fastan svøvn falla á teir.
13 So fór Dávid yvir á eina hædd har beint yvirav og stóð har langt burtur, hinumegin dalin - langt var ímillum teirra.
14 Dávid rópti á hermenninar og á Abner, son Ner: "Svarar tú ikki Abner?" - Abner svaraði: "Hvør ert tú, ið rópar yvir higar til kong?"
15 Dávid segði við Abner: "Tú ert jú maður, sum ikki hevur líka sín í Ísrael! Hví hevur tú ikki hildið vakt yvir harra tínum, kongi? Ein av monnunum kom og ætlaði at drepa kong, harra tín!
16 Har hevur tú ikki borið teg væl at! So satt sum HARRIN livir: Tit hava uppiborið at lata lív, sum ikki hava hildið vakt yvir harra tykkara, yvir salvaða HARRANS! Hygg nú eftir, hvar spjót kongs er, og vatnkrukkan, ið stóð við høvdalag hansara!"
17 Nú kendi Saul mál Dávids, og hann segði: "Er tað mál títt, sonur mín Dávid?" Dávid svaraði: "Ja, harri kongur!"
18 Og hann segði: "Hví jagstrar harri mín tænara sín so? Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt er í hond míni!
19 Hevði harri mín kongurin nú viljað lurtað eftir tí, ið tænari tín sigur! Er tað HARRIN, sum hevur eggjað teg upp móti mær, so blíðka Hann við offurgávu! Men eru tað menniskju, so veri tey bannað fyri ásjón HARRANS! Tí nú hava tey rikið meg burt, so eg fái ikki verið í HARRANS egna landi - tey siga jú: "Far burtur og dýrka aðrar gudar!"
20 Nú biði eg: Lat ikki blóð mítt væta jørðina langt burtur frá ásjón HARRANS! - Ísraelskongur er jú farin út at leita eftir eini loppu, eins og akurhøna verður jagstrað á fjøllunum!"
21 Tá segði Saul: "Eg havi syndað! Kom aftur, sonur mín Dávid! Eg skal ikki gera tær nakað ilt uppaftur, við tað at lív mítt í dag var so dýrt í eygum tínum. Ja, eg havi borið meg at sum ein dári og eri vilstur langt av leið!"
22 Dávid svaraði: "Hygg, her er spjót kongsins - lat ein av monnunum koma higar yvir eftir tí!
23 Men HARRIN skal løna einum og hvørjum, ið rættvísur og trúfastur er; í dag gav HARRIN teg í hond mína, men eg vildi ikki leggja hond á salvaða HARRANS!
24 Eins og lív títt í dag hevur verið nógv vert í mínum eygum, so skal lív mítt vera nógv vert í eygum HARRANS, og Hann skal bjarga mær úr allari neyð!"
25 Tá segði Saul við Dávid: "Signaður veri tú, sonur mín Dávid! Alt, ið tú fert undir, skalt tú eisini vera mentur at fullføra!" - Síðani fór Dávid leið sína, og Saul fór heimaftur til sín sjálvs.