Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Táið Filistarar høvdu tikið ørk Guds, fóru teir við henni frá Eben-Ezer til Asdod.
2 Har tóku Filistarar ørk Guds, bóru hana inn í tempul Dagons og settu hana undir liðina á Dagon.
3 Men táið Asdoditar tíðliga morgunin eftir komu hagar, fingu teir at síggja, at Dagon lá fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS. Teir tóku tá Dagon og settu hann aftur, har sum hann hevði staðið.
4 Men táið teir dagin eftir aftur komu tíðliga um morgunin, fingu teir at síggja, at Dagon lá uppaftur fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk HARRANS; høvdið og báðar hendurnar vóru av honum brotin og lógu á gáttini; einki var eftir av honum uttan kroppurin.
5 Tí er tað, at prestar Dagons og allir, sum fara inn í tempul Dagons í Asdod, enn í dag ikki stíga á gátt Dagons.
6 Og hond HARRANS lá tung á Asdoditum; Hann forkom teimum og sló tey við svullum, bæði í sjálvum Asdod og í bygdunum har rundanum.
7 Táið Asdoditar sóu, at tað gekk á henda hátt, søgdu teir: "Ørk Ísraels Guds skal ikki verða verandi hjá okkum, tí hond Hansara liggur hørð á okkum og á Dagon, gudi okkara!"
8 Teir sendu tá boð og kallaðu saman hjá sær allar filistarahøvdingarnar og søgdu: "Hvat skulu vit gera við ørk Ísraels Guds?" Teir svaraðu: "Ørk Ísraels Guds skal verða flutt til Gat!" - So fluttu teir ørk Ísraels Guds hagar.
9 Men eftir at teir høvdu flutt hana hagar, kom hond HARRANS yvir staðin og voldi mikla ræðslu; Hann sló fólkið har, bæði smá og stór, so at svullir brutu út á teimum.
10 Tá sendu teir ørk Guds til Ekron; men táið ørk Guds kom til Ekron, róptu Ekronitar: "Teir hava flutt ørk Guds higar til mín at gera enda á mær og fólki mínum!"
11 Og teir sendu boð og kallaðu saman allar filistarahøvdingarnar og søgdu: "Sendið ørk Ísraels Guds avstað og latið hana koma aftur, hagar sum hon eigur at vera, so hon ger ikki enda á mær og fólki mínum!" - Tí deyðaræðsla var komin á allan staðin; hond Guds lá ógvuliga tung á honum.
12 Tey av fólkinum, sum ikki doyðu, vórðu sligin við svullum, so at neyðarrópið úr staðnum steig upp til Himmals.