Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 So gjørdi nú drongurin Sámuel tænastu fyri HARRANUM undir Eli. Orð HARRANS var sjáldsamt á teimum døgum - sjónir vóru fáar.
2 So var tað ein dagin, meðan Eli lá og svav, har sum hann var vanur at liggja - eygu hansara vóru nú so farin, at hann sá einki;
3 og lampa Guds var enn ikki sløknað; Sámuel lá og svav í halgidómi HARRANS, har sum ørk Guds stóð -
4 tá rópti HARRIN á Sámuel, og hann svaraði: "Ja, her eri eg!"
5 Hann skundaði sær so til Eli og segði: "Her eri eg - tú rópti meg!" Men hann svaraði: "Eg havi ikki rópt teg - far bert aftur og legg teg!" - So fór hann og legði seg.
6 Tá rópti HARRIN uppaftur: "Sámuel!" Og Sámuel fór upp og til Eli og segði: "Her eri eg - tú rópti meg!" Men hann svaraði: "Eg havi ikki rópt teg, sonur mín - far bert aftur og legg teg!"
7 - Sámuel hevði enn ikki lært HARRAN at kenna, og orð HARRANS var enn ikki opinberað honum. -
8 Tá rópti HARRIN triðju ferð: "Sámuel!" Og hann fór upp og til Eli og segði: "Her eri eg - tú rópti meg!" Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið rópti á drongin.
9 Eli segði nú við Sámuel: "Far aftur og legg teg, og rópar Hann á teg, so sig: "Tala, HARRI - tænari Tín hoyrir!"" So fór Sámuel og legði seg, har sum hann átti at liggja.
10 Tá kom HARRIN og stóð har og rópti - nú sum áður -: "Sámuel, Sámuel!" Og Sámuel svaraði: "Tala - tænari Tín hoyrir!"
11 So segði HARRIN við Sámuel: "Nú skal Eg gera nakað í Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri báðum oyrum alra teirra, ið hoyra um tað!
12 Tann dag skal Eg lata koma yvir Eli alt tað, ið Eg havi talað um hús hansara, alt - frá upphavi til enda!
13 Tí Eg havi kunngjørt honum, at Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir - aftur fyri ta misgerð, at hann vitsti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki av álvara setti at teimum.
14 Og tí havi Eg svorið um hús Eli: "Aldri í allar ævir skal misbrot húss Eli kunna bøtast við sláturofri ella við matofri!""
15 Sámuel varð nú liggjandi inntil um morgunin; tá læt hann upp dyrnar á húsi HARRANS; men hann tordi ikki at siga Eli frá sjónini.
16 Tá rópti Eli Sámuel og segði: "Sámuel, sonur mín!" Hann svaraði: "Ja, her eri eg!"
17 Hann segði: "Hvat var tað, ið Hann segði við teg? Góði, dyl tað ikki fyri mær! - Gud lati tær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú dylur fyri mær nakað av tí, ið Hann segði við teg!"
18 So segði Sámuel honum frá øllum og duldi einki fyri honum. Og hann segði: "Hann er HARRIN - Hann fer at gera tað, ið Honum tykir best!"
19 Sámuel vaks nú til, og HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av øllum orðum Sínum falla til jarðar.
20 Alt Ísrael, úr Dan líka til Be’erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS.
21 Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo; tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS.