Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Menninir í Kirjat-Jearim komu tá og fluttu ørk HARRANS hagar til sín og bóru hana inn í hús Abinadabs á Heygnum; son hansara Eleazar halgaðu teir til at varðveita ørk HARRANS.
2 Frá tí degi, ið ørkin kom til Kirjat-Jearim, gekk nú long tíð, heili tjúgu ár gingu; tá suffaði alt hús Ísraels eftir HARRANUM.
3 Og so segði Sámuel við alt hús Ísraels: "Ætla tit at venda við til HARRAN av øllum hjarta tykkara, so beinið burtur hinar fremmandu gudar og Astarturnar, vendið hjarta tykkara til HARRAN og tænið Honum eina! So skal Hann bjarga tykkum av hondum Filistara."
4 Tá beindu Ísraelsmenn burt Ba’alarnar og Astarturnar og tæntu HARRANUM eina.
5 Nú segði Sámuel: "Kallið saman alt Ísrael í Mizpa! So skal eg biðja til HARRAN fyri tykkum."
6 Teir komu tá saman í Mizpa; teir oystu vatn og útheltu tað fyri ásjón HARRANS, og teir fastaðu tann dagin og játtaðu har: "Vit hava syndað móti HARRANUM!" - Síðani dømdi Sámuel Ísraelsmenn í Mizpa.
7 Táið Filistarar hoyrdu, at Ísraelsmenn vóru komnir saman í Mizpa, hildu filistarahøvdingarnir avstað hagar, móti Ísrael; táið Ísraelsmenn frættu tað, vórðu teir ræddir fyri Filistarum.
8 Ísraelsmenn søgdu við Sámuel: "Gev ikki uppat at rópa til HARRAN Gud okkara fyri okkum, at Hann frelsir okkum av hondum Filistara!"
9 Tá tók Sámuel eitt lamb, sum seyg mammuna, og ofraði tað heilt sum brennioffur til HARRAN; og Sámuel rópti til HARRAN fyri Ísrael, og HARRIN bønhoyrdi hann.
10 Tí meðan Sámuel ofraði brenniofrið, og Filistarar herjaðu á til bardaga móti Ísrael, sendi HARRIN sama dag eitt øgiligt toruveður yvir Filistarar og loypti ræðslu á teir, so teir taptu fyri Ísrael.
11 Og menn Ísraels gjørdu álop úr Mizpa, hildu eftir Filistarum og høgdu teir niður líka til niðan fyri Bet-Kar.
12 Nú tók Sámuel ein stein og setti hann millum Mizpa og Sen; hesum steini gav hann navnið Eben-Ezer og segði: "Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!"
13 Soleiðis vórðu Filistarar kúgaðir, og teir komu ikki inn aftur í Ísraelsland; hond HARRANS lá tung á Filistarum, so leingi sum Sámuel livdi.
14 Býirnar, ið Filistarar høvdu tikið frá Ísrael, fekk Ísrael aftur, frá Ekron líka til Gat; eisini landið har rundanum tóku Ísraelsmenn frá Filistarum. - Millum Ísrael og Amoritar var friður.
15 Sámuel var dómari í Ísrael, so leingi sum hann livdi.
16 Á hvørjum ári ferðaðist hann um til Betel, Gilgal og Mizpa og dømdi Ísrael á øllum hesum støðum.
17 So fór hann heimaftur til Rama; tí har búði hann, og har dømdi hann Ísrael. Hann reisti HARRANUM altar har.