Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Nú tók Sámuel oljufløskuna, helti oljuna út yvir høvd hansara, kysti hann og segði: "Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael!
2 Táið tú í dag skilst frá mær, skalt tú hitta tveir menn við grøv Rakular - við mark Benjamins, í Zelza - og teir fara at siga við teg: "Eslini, ið tú fórt at leita eftir, eru funnin; tey hugsar faðir tín ikki um longur, men nú er hann ræddur um tykkum og sigur: "Hvat skal eg gera fyri at fáa son mín aftur?""
3 Táið tú ert komin eitt sindur longur og kemur til Taborseik, skalt tú har hitta tríggjar menn, ið eru á veg til Gud í Betel; ein ber trý geitarlomb, ein ber trý breyð, og ein ber skinnsekk við víni.
4 Teir fara at heilsa tær og geva tær tvey breyð - sum tú skalt taka við.
5 So kemur tú til Gibea Guds, har sum Filistarar hava vaktarmenn sínar, og táið tú kemur hagar til býin, skalt tú koma fram á ein flokk av profetum, ið koma oman av heygnum í profetiskari burturrykking, við hørpum, trummum, floytum og sitarum.
6 Andi HARRANS skal tá koma yvir teg, so tú fert at profetera eins og teir og verður annað menniskja.
7 Táið tú sært hesi tekinini henda, kanst tú óræddur gera tað, ið fyrifellur, tí Gud er við tær.
8 Far tú undan mær til Gilgal! So skal eg koma hagar til tín, at ofra brennioffur og takkoffur; sjey dagar skalt tú bíða - inntil eg komi og sigi tær, hvat tú skalt gera!"
9 Táið Saul nú vendi sær og fór avstað frá Sámuel, gav Gud honum annað hjarta, og henda sama dag hendu øll hesi tekinini.
10 Táið hann kom til Gibea, kom ein flokkur av profetum ímóti honum; og Andi Guds kom yvir hann, og hann profeteraði mitt ímillum teirra.
11 Táið tá øll tey, ið høvdu kent hann áður, sóu, at hann var komin í profetiska burturrykking saman við profetunum, søgdu tey hvørt við annað: "Hvussu er vorðið við syni Kis? - Er eisini Saul millum profetarnar?"
12 Tá svaraði ein maður haðani av plássinum: "Hvør man vera faðir teirra?" - Tí er hetta vorðið orðtak: "Er eisini Saul millum profetarnar?"
13 Táið hin profetiska burturrykking hansara var av, fór hann niðan á offurheyggin.
14 Faðirbróðir Saul spurdi nú hann og drong hansara: "Hvar hava tit verið?" Hann svaraði: "Vit hava verið úti og leitað eftir eslunum, og við tað at vit funnu tey ikki, fóru vit til Sámuel."
15 Tá segði faðirbróðir Saul: "Sig mær, hvat Sámuel segði við tykkum!"
16 Saul svaraði: "Hann segði okkum, at eslini vóru funnin!" - Men tað, ið Sámuel hevði sagt um kongadømið, segði hann honum ikki.
17 Nú stevndi Sámuel fólkinum saman til HARRAN í Mizpa.
18 Og hann segði við Ísraelsmenn: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: "Eg leiddi Ísrael út av Egyptalandi og frelsti tykkum av hondum Egypta og frá øllum ríkjunum, ið kúgaðu tykkum.
19 Men nú vraka tit Gud tykkara, Hann, sum frelsti tykkum úr øllum vanlukkum og trongdum tykkara, og tit siga við Hann: "Nei, kong skalt Tú seta yvir okkum!"" So stígið nú fram fyri ásjón HARRANS, ætt eftir ætt, og slekt eftir slekt!"
20 Sámuel læt nú allar ættir Ísraels stíga fram, og luturin fall á ætt Benjamins.
21 So læt hann ætt Benjamins stíga fram, slekt eftir slekt, og luturin fall á slekt Matri. Síðani fall luturin á Saul, son Kis. Men táið leitað varð eftir honum, var hann ikki at finna.
22 Tá spurdu teir uppaftur HARRAN: "Er maðurin komin higar?" HARRIN svaraði: "Hann krógvar seg millum ferðagóðsið."
23 Teir lupu tá hagar eftir honum, og táið hann nú steig fram millum fólkið, var hann høvdið hægri enn alt fólkið.
24 Sámuel segði við alt fólkið: "Síggja tit hann, ið HARRIN hevur útvalt! Líki hansara er ikki í øllum fólkinum!" Tá skar alt fólkið í gleðiróp: "Kongur livi!"
25 Nú talaði Sámuel við fólkið um rætt kongadómsins og skrivaði tað í bók, sum hann legði fyri ásjón HARRANS. So læt Sámuel alt fólkið fara, hvønn heim til sín sjálvs.
26 Eisini Saul fór heimaftur - til Gibea - og við honum fylgdi tann flokkurin, hvørs hjarta Gud hevði rørt.
27 Men nakrir gudleysir menn søgdu: "Hvat skal hann kunna hjálpa okkum!" Og teir vanvirdu hann og bóru honum ongar gávur. - Men hann lætst, sum hann hoyrdi tað ikki.