Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Men Dávid hugsaði við sær sjálvum: "Einaferð komi eg nú kortini at lata lív fyri hond Sauls, eg havi einki gott at vænta mær! Eg veit eingi onnur ráð enn at rýma til Filistaraland; so gevur Saul uppat at leita eftir mær allastaðni í Ísraelslandi, og eg sleppi undan hond hansara."
2 Dávid fór nú avstað og fór við teimum 600 monnunum, ið við honum vóru, til Akis, son Maok, kongin í Gat.
3 Og Dávid varð verandi hjá Akis í Gat, hann og menn hansara, hvør við húsi sínum, Dávid við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil úr Karmel, konu Nabal.
4 Táið Saul fekk at vita, at Dávid var flýddur til Gat, gavst hann at leita eftir honum.
5 Men Dávid segði við Akis: "Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so lat meg fáa eitt stað at búgva í eini av bygdunum - hví skal tænari tín búgva hjá tær í høvuðsstaðnum!"
6 Akis læt hann tá við tað sama fáa Ziklag; tí eiga kongarnir í Juda Ziklag enn í dag.
7 Tíðin, ið Dávid búði í Filistaralandi, var í alt eitt ár og fýra mánaðir.
8 Dávid og menn hansara fóru út og rændu hjá Gesuritum, Girzitum og Amalekitum; tí hetta vóru fólkini, ið frá fornum tíðum høvdu búð har í landinum, yvir ímóti Sur og líka til Egyptalands.
9 Táið Dávid herjaði í landinum, læt hann hvørki mann ella kvinnu liva eftir; men smáfæ, neyt, esil, kamelar og klæði tók hann við sær og fór síðani heimaftur og kom til Akis.
10 Táið nú Akis spurdi: "Hvar hava tit herjað hesa ferð?" svaraði Dávid: "Í Suðurlandinum í Juda!" ella: "Í Suðurlandi Jerame’elita!" ella: "Í Suðurlandi Kenita!"
11 Dávid læt hvørki mann ella kvinnu liva eftir, so tey kundu koma til Gat; tí hann hugsaði: "Tey kundu slatrað um okkum og sagt: "So og so hevur Dávid gjørt, soleiðis hevur hann borið seg at, alla tíðina hann hevur búð í Filistaralandi!""
12 Og Akis trúði Dávidi og hugsaði: "Hann hevur gjørt seg illa kendan hjá fólki sínum, Ísrael, og nú verður hann tænari mín við alla!"