Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Í Ramatajim-Zofim á Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Elkana; hann var sonur Jeroham, son Elihu, son Tohu, son Zuf, ein Efra’imit.
2 Hann hevði tvær konur; onnur æt Hanna, og onnur Peninna; Peninna átti børn, men Hanna ikki.
3 Hesin maður fór á hvørjum ári úr býi sínum at tilbiðja HARRAN Gud herskaranna og ofra til Hansara í Silo; har vóru báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, prestar fyri HARRANUM.
4 Og táið dagurin kom, at Elkana bar fram offur sítt, gav hann konu síni Peninnu og øllum sonum og døtrum hennara hvørjum sítt stykki av ofrinum;
5 men Hannu gav hann dupult so stórt stykki; tí hann elskaði Hannu, tóat HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
6 Hin kona hansara plagdi eisini - fyri at loypa ilt í hana - at arga hana nógv við tí, at HARRIN hevði stongt móðurlív hennara.
7 Soleiðis gekk ár eftir ár: Hvørja ferð tey fóru til hús HARRANS, argaði hon hana á henda hátt - og so græt hon og vildi einki eta.
8 Tá segði Elkana, maður hennara, við hana: "Hanna, hví grætur tú, og hví etur tú ikki? Hví ert tú so sorgarbundin? Eri eg tær ikki betri enn tíggju synir?"
9 So var tað, einaferð tey høvdu etið og drukkið í Silo, tá reistist Hanna - Eli, presturin, sat á stóli sínum við durastavin í halgidómi HARRANS -
10 og í hjartasorg síni bað hon til HARRAN og græt sárliga.
11 Og hon gjørdi lyfti og segði: "HARRI Gud herskaranna! Vendir Tú eygum Tínum á tænastukvinnu Tína í neyð hennara og minnist meg og gloymir ikki tænastukvinnu Tína, men gevur tænastukvinnu Tíni son, so skal eg geva HARRANUM hann alla lívstíð hansara, og rakiknívur skal ikki koma á høvd hansara!"
12 Soleiðis bað hon leingi fyri ásjón HARRANS, og Eli fylgdi við eygunum munni hennara;
13 men við tað at Hanna bað innantanna, og bert varrar hennara rørdust, men rødd hennara hoyrdist ikki, so helt Eli hana vera drukna
14 og segði við hana: "Hvussu leingi fert tú at ganga og vera drukkin? Síggj til, at tú letur renna av tær!"
15 Men Hanna svaraði: "Nei, harri! Eg eri kvinna, ið ber tunga sorg í hjartanum; vín og sterkan drykk havi eg ikki drukkið; eg úthelti bert hjarta mítt fyri ásjón HARRANS.
16 Halt ikki tænastukvinnu tína vera vánakonufólk! Nei, alla tíðina havi eg talað út av stóru sorg og gremju míni!"
17 Eli svaraði: "Far í friði! Gud Ísraels skal geva tær tað, ið tú hevur biðið Hann um!"
18 Tá segði hon: "Lat tænastukvinnu tína finna náði fyri eygum tínum!" - So fór kvinnan avstað, og nú át hon og sá ikki longur so sorgarbundin út.
19 Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp og tilbóðu fyri ásjón HARRANS; so fóru tey avstað og komu heimaftur til sín sjálvs í Rama. Og Elkana kom konu síni Hannu nær, og HARRIN mintist hana;
20 hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; "tí" - segði hon - "eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!"
21 Táið nú Elkana við øllum húsi sínum fór hagar aftur at bera HARRANUM fram hitt árliga ofrið og lyftisoffur sítt,
22 fór Hanna ikki við; tí hon segði við mann sín: "Eg skal bíða, inntil drongurin er vandur av brósti; tá skal eg fara hagar við honum, so hann kann verða leiddur fram fyri ásjón HARRANS og verða verandi har við alla."
23 Elkana, maður hennara, segði við hana: "Ger, sum tær tykir best, verð heima, inntil tú hevur vant hann av brósti! Hevði HARRIN bert uppfylt orð Sítt!" So varð konan tá verandi heima og hevði son sín á brósti, inntil hon vandi hann av.
24 Men táið hon hevði vant hann av, tók hon hann við sær hagar og hevði eisini við sær tríggjar tarvar, efu av mjøli og skinnsekk við víni; so fór hon við honum inn í hús HARRANS í Silo. Men drongurin var enn heilt lítil.
25 So drópu tey ein tarv og fóru síðani inn til Eli við dronginum.
26 Og hon segði: "Hoyr meg, harri! So satt sum tú livir, harri, eg eri kvinnan, ið stóð her hjá tær og bað til HARRAN.
27 Henda drongin var tað, eg bað um, og HARRIN gav mær tað, ið eg bað Hann um.
28 Tí gevi eg nú HARRANUM hann aftur; so leingi sum hann livir, skal hann vera HARRANUM givin!" - Og tey tilbóðu HARRAN har.