Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Sámuel segði við Saul: "Tað var meg, ið HARRIN sendi at salva teg til kong yvir Ísrael, fólki Sínum; akta tí nú orð HARRANS!
2 So sigur HARRIN Gud herskaranna: "Eg skal straffa Amalek fyri tað, ið hann gjørdi Ísrael, at hann forðaði tí vegin, táið tað kom úr Egyptalandi!"
3 Far nú og vinn sigur á Amalek! Tú skalt sláa við banni teir og alt, ið teir eiga - spar tey ikki, men drep bæði menn og kvinnur, børn og bróstabørn, neyt og seyð, kamelar og esil!"
4 Saul stevndi so fólkinum saman og taldi teir í Tela’im, 200 000 mans av fótfólki og 10 000 mans úr Juda.
5 Síðani fór Saul móti býi Amalekita, og hann legði menn á lúr í dalinum.
6 Men við Kenitar segði Saul: "Skiljið tykkum frá Amalekitum og farið leið tykkara, so eg geri ikki enda á tykkum saman við teimum! Tí tit gjørdu væl við allar Ísraelsmenn, táið teir komu úr Egyptalandi." - Kenitar komu sær tá burtur frá Amalek.
7 Saul vann nú sigur á Amalekitum og elti teir úr Havila líka til Sur, sum liggur eystan fyri Egyptaland.
8 Agag, kongin í Amalek, tók hann livandi, men alt fólkið sló hann við banni og høgdi tey niður við svørði.
9 Saul og fólkið spardi Agag og tað besta av smáfænum og neytunum, tey feitu kríatúrini, tey, sum vóru væl í holdum - alt tað besta; tað vildu teir ikki sláa við banni. Men alt tað vánaliga fæið, tað, sum einki var vert, slógu teir við banni.
10 Tá kom orð HARRANS til Sámuel; Hann segði:
11 "Eg angri, at Eg gjørdi Saul til kong; tí hann hevur vent sær frá Mær og hevur ikki hildið boð Míni!" Tá tendraðist vreiði Sámuels, og hann rópti til HARRAN alla náttina.
12 Tíðliga morgunin eftir, táið Sámuel ætlaði at fara ímóti Saul, kom ein og segði við hann: "Saul er komin til Karmel, og har hevur hann reist sær minnismerki; síðani vendi hann við og fór haðani til Gilgal."
13 Táið nú Sámuel kom til Saul, segði Saul við hann: "HARRIN signi teg! Eg havi hildið boð HARRANS."
14 Men Sámuel segði: "Hvat er hetta fyri jarm frá smáfæi, ið ljóðar fyri oyrum mínum? Og hvat er tað fyri neytabelj, ið eg hoyri?"
15 Saul svaraði: "Teir tóku tað við frá Amalekitum; fólkið spardi tað besta av smáfænum og neytunum, til at ofra tað til HARRAN Gud tín; men hitt hava vit sligið við banni."
16 Tá segði Sámuel við Saul: "Tig nú, so skal eg lata teg vita tað, sum HARRIN í nátt hevur sagt mær!" Hann svaraði: "Tala!"
17 Sámuel segði: "Táið tú vart lítil í egnum eygum, gjørdist tú høvd yvir ættum Ísraels, og HARRIN salvaði teg til kong yvir Ísrael.
18 Og HARRIN sendi teg avstað og segði: "Far og slá hasar syndararnar, Amalekitar, við banni, og barst við teir, inntil tú hevur gjørt enda á teimum!"
19 Hví aktaði tú tá ikki orð HARRANS, men kastaði teg yvir herfongin og gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS?"
20 Saul svaraði Sámuel: "Eg havi aktað orð HARRANS og eri farin leiðina, ið HARRIN sendi meg; eg havi tikið Agag, kong Amaleks, við higar, og sligið Amalek við banni!
21 Men fólkið tók av fonginum smáfæ og neyt, tað besta av hinum bannlýsta, til at ofra tað til HARRAN Gud tín, í Gilgal."
22 Men Sámuel segði: "Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!
23 Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg - tú skalt ikki verða verandi kongur!"
24 Tá segði Saul við Sámuel: "Eg havi syndað, tí eg havi brotið boð HARRANS og orð tíni - men eg óttaðist fólkið og eftirlíkaði teimum.
25 Men fyrigev mær nú synd mína og kom aftur við mær, so eg kann tilbiðja HARRAN!"
26 Men Sámuel segði við Saul: "Eg komi ikki aftur við tær! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur HARRIN vrakað teg - tú skalt ikki verða verandi kongur yvir Ísrael!"
27 So vendi Sámuel sær og skuldi fara. Men Saul tók í hornið á kappa hansara, og tað varð skrætt av.
28 Tá segði Sámuel við hann: "HARRIN hevur í dag skrætt kongadømið yvir Ísrael frá tær og givið einum øðrum tað, einum, sum er betri enn tú!
29 Vissuliga, Hann lýgur ikki og angrar ikki, trúfasti Gud Ísraels - Hann er ikki menniskja, so Hann skuldi angrað!"
30 Saul svaraði: "Eg havi syndað; men lat nú kortini hinar elstu í fólki mínum og Ísrael síggja, at tú ærir meg - kom aftur við mær, so skal eg tilbiðja HARRAN Gud tín!"
31 Sámuel fór tá aftur við Saul, og Saul tilbað HARRAN.
32 Síðani segði Sámuel: "Komið higar til mín við Agag, kongi Amaleks!" Og glaður í huga kom Agag til hansara; Agag segði: "Vissuliga, beiskleiki deyðans er nú burtur!"
33 Tá segði Sámuel: "Sum svørð títt hevur gjørt kvinnur barnleysar, so skal nú fram um aðrar kvinnur móðir tín verða barnleys!" So høgdi Sámuel Agag niður fyri ásjón HARRANS í Gilgal.
34 Sámuel fór nú til Rama, og Saul fór heim til sín sjálvs í Gibea Sauls.
35 Sámuel vildi ikki síggja Saul aftur, líka til deyðadag sín, tí Sámuel syrgdi um Saul. - Men HARRIN angraði, at Hann hevði gjørt Saul til kong yvir Ísrael.