Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Tá segði Sámuel við alt Ísrael: "Nú havi eg aktað tykkum í øllum, sum tit hava sagt við meg, og sett kong yvir tykkum.
2 So hava tit nú kong at stýra tykkum. Eg eri gamal og gráur, og synir mínir eru nú ímillum tykkara, men eg havi stýrt hjá tykkum, frá tí eg var ungur og líka til henda dag.
3 Hyggið, her standi eg! Vitnið nú móti mær, meðan HARRIN og hin salvaði Hansara hoyra: Hvørjum havi eg tikið oksan frá? Hvørjum havi eg tikið eslið frá? Hvønn havi eg kúgað? Hvørjum havi eg gjørt órætt? Hvørjum havi eg tikið gávu frá og fyri tann skuld latið eyguni aftur? - Um so er, so skal eg lata tykkum fáa viðurlag fyri tað!"
4 Teir svaraðu: "Tú hevur ikki kúgað okkum og ongan órætt gjørt okkum, ei heldur tikið nakað frá nøkrum!"
5 Tá segði hann við teir: "So er HARRIN vitni móti tykkum í dag, og hin salvaði Hansara er vitni við, at tit einki hava funnið hjá mær!" Fólkið svaraði: "Ja, Hann er vitni!"
6 Nú segði Sámuel við fólkið: "Ja, HARRIN er vitni, Hann, sum læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi!
7 Stígið nú fram, so skal eg fyri ásjón HARRANS halda uppgerð við tykkum um allar rættvísigerðir HARRANS, sum Hann hevur gjørt móti tykkum og fedrum tykkara!
8 Táið Jákup var komin til Egyptalands, róptu fedrar tykkara til HARRAN, og HARRIN sendi Móses og Áron, sum leiddu fedrar tykkara út av Egyptalandi og læt teir búseta seg her í landinum.
9 Men teir gloymdu HARRAN Gud sín, og Hann gav teir í hendur Sisera, herhøvdingans í Hazor, og í hendur Filistara og móabskongs, so teir herjaðu á teir.
10 Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: "Vit hava syndað, tí vit hava vent HARRANUM bakið og dýrkað Ba’alarnar og Astarturnar! Men bjarga okkum nú av hondum fígginda okkara, so skulu vit tæna Tær!"
11 So sendi HARRIN Jerubba’al, Bedan, Jefta og Sámuel og bjargaði tykkum av hondum fígginda tykkara rundanum, so tit fingu búð tryggir.
12 Men táið tit sóu, at Nahas ammonitakongur herjaði á tykkum, søgdu tit við meg: "Nei, kongur skal ráða yvir okkum!" - Og HARRIN Gud tykkara var tó kongur tykkara!
13 Og nú - her stendur kongurin, sum tit hava valt og kravt - HARRIN hevur sett kong yvir tykkum!
14 Óttast tit nú HARRAN og tæna Honum og akta Hann, so tit ikki standa orði HARRANS ímóti, men fylgja HARRANUM Gudi tykkara eftir, bæði tit og kongurin, ið yvir tykkum ræður, [so skal HARRIN vera við tykkum].
15 Men akta tit ikki HARRAN, men standa orði HARRANS ímóti, so skal hond HARRANS vera móti tykkum sum móti fedrum tykkara.
16 Stígið nú fram og síggið tað veldiga verk, ið HARRIN fer at gera fyri eygum tykkara!
17 Hava vit ikki hveitiheyst nú! Men eg skal rópa til HARRAN, og Hann skal senda toru og regn - so tit kunnu sanna og síggja, at tað í eygum HARRANS var stórt misbrot, ið tit gjørdu, táið tit kravdu kong!"
18 Sámuel rópti nú til HARRAN, og HARRIN sendi henda sama dag toru og regn. Tá fall stórur ótti á alt fólkið fyri HARRANUM og Sámuel.
19 Og alt fólkið segði við Sámuel: "Bið til HARRAN Gud tín fyri tænarum tínum, so vit doyggja ikki fyri tað, at vit aftrat øllum hinum syndum okkara hava lagt hetta misbrotið at krevja kong!"
20 Tá segði Sámuel við fólkið: "Óttist ikki! Víst hava tit gjørt alt hetta illa, men víkið nú bert ikki frá HARRANUM, men tænið HARRANUM av øllum hjarta tykkara!
21 Farið ikki av leið! Tí so mugu tit fylgja hinum tómu avgudum, sum hvørki kunnu hjálpa ella frelsa, tí teir eru berur tómleiki.
22 Tí fyri stóra navns Síns skuld skal HARRIN ikki venda fólki Sínum bakið - við tað at tað nú var vilji HARRANS at gera tykkum til fólk Sítt.
23 Og eg - langt veri tað frá mær at synda móti HARRANUM og geva uppat at biðja fyri tykkum! Eg skal eisini vísa tykkum hin góða og beina veg.
24 - Men óttist HARRAN og tænið Honum av sonnum, av øllum hjarta tykkara! Hyggið stórverkini, ið Hann hevur gjørt fyri tykkum!
25 Men bera tit tykkum illa at, so skulu bæði tit og kongur tykkara týnast!"