Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Tey tíðindi vórðu nú borin Dávidi, at Filistarar herjaðu á Ke’ila og rændu treskiplássini.
2 Tá spurdi Dávid HARRAN: "Skal eg fara avstað og drepa hesar Filistarar?" HARRIN svaraði Dávidi: "Far avstað og drep Filistarar og frels Ke’ila!"
3 Men menn Dávids søgdu við hann: "Vit liva jú í ótta her í Juda - og nú skulu vit eisini fara til Ke’ila móti Filistaraherinum!"
4 Tá spurdi Dávid HARRAN eina ferð enn, og HARRIN svaraði honum: "Ger teg til og far til Ke’ila! Eg gevi Filistarar í hendur tínar!"
5 Dávid og menn hansara fóru so til Ke’ila, herjaðu á Filistarar, róku fæ teirra burtur og gjørdu stórt mannafall millum teirra. Soleiðis frelsti Dávid tey, sum í Ke’ila búðu.
6 - Táið Abjatar, sonur Ahimelek, flýddi til Dávid í Ke’ila, hevði hann lívkyrtilin við sær hagar.
7 Táið Saul fekk at frætta, at Dávid var komin til Ke’ila, segði hann: "Gud hevur vrakað hann og givið hann í hendur mínar; hann hevur jú sjálvur stongt seg inni við at fara inn í stað, sum hevur portur og sláir!"
8 Saul kallaði tí alt fólkið saman til hernað og ætlaði at fara til Ke’ila og kringseta Dávid og menn hansara.
9 Táið Dávid nú fekk at vita, at Saul legði upp ónd ráð móti honum, segði hann við Abjatar prest: "Kom higar við lívkyrtlinum!"
10 So segði Dávid: "HARRI Gud Ísraels! Tænari Tín hevur frætt, at Saul ætlar at koma til Ke’ila og oyða býin fyri mína skuld.
11 Fara menninir í Ke’ila at geva meg upp í hendur hansara? Fer Saul at koma higar, sum tænari Tín hevur frætt? HARRI Gud Ísraels! Kunnger tænara Tínum tað!" HARRIN svaraði: "Ja, hann kemur higar!"
12 So spurdi Dávid: "Fara menninir í Ke’ila at geva meg og menn mínar upp í hendur Sauls?" HARRIN svaraði: "Ja, tað fara teir!"
13 Tá helt Dávid avstað við monnum sínum, úti við 600 í tali; teir fóru úr Ke’ila og flakkaðu um, har sum til bar. Táið Saul fekk at frætta, at Dávid var sloppin burtur úr Ke’ila, sló hann av at fara avstað.
14 Dávid helt seg nú í oyðimørkini, í fjallaborgunum; hann helt seg í fjøllunum í Zifsoyðimørk. Saul lá eftir honum alla tíðina; men Gud gav hann ikki í hendur hansara.
15 Meðan Dávid var í Hores í Zifsoyðimørk, dugdi hann at skilja, at Saul var farin avstað at royna at drepa hann.
16 Men Jónatan, sonur Saul, fór avstað og fór til Dávid í Hores og styrkti mót hansara í Gudi.
17 Hann segði við hann: "Óttast ikki! Saul, faðir mín, skal ikki náa tær við hond síni. Tú verður kongur yvir Ísrael, og eg skal vera tær næstur; hetta veit Saul, faðir mín, eisini."
18 So gjørdu teir báðir sáttmála fyri ásjón HARRANS; og Dávid varð verandi í Hores, men Jónatan fór heimaftur.
19 Men Zifitar fóru til Saul í Gibea og søgdu: "Dávid krógvar seg hjá okkum, í fjallaborgunum í Hores, á Hakilahædd sunnan fyri oyðimørkina.
20 Kom tí nú higar, kongurin, sum tú so leingi hevur havt í huga, og lat okkum um at geva hann í hendur kongsins!"
21 Saul svaraði: "Signaðir veri tit av HARRANUM, aftur fyri at tykkum tykist synd í mær!
22 Farið nú heim og haldið við at geva gætur, so tit kunnu koma eftir og síggja, hvar hann flakkar, og hvør ið hevur sæð hann har! Tí mær er sagt, at hann er ógvuliga snildur.
23 Hyggið eftir og gerið tykkum kunnigar við allar loynikrókarnar, ið hann krógvar seg í, og komið so aftur til mín við álítandi boðum! So skal eg koma við tykkum, og er hann í landinum, skal eg leita hann upp millum øll túsundini í Juda!"
24 Teir fóru nú avstað og fóru undan Saul til Zif; men Dávid og menn hansara vóru tá í Maonsoyðimørk, á heiðini sunnan fyri oyðimørkina.
25 Síðani fóru Saul og menn hansara avstað at leita eftir Dávidi; men Dávid fekk tað at vita, og hann fór oman til klettin, sum er í Maonsoyðimørk. Táið Saul fekk at hoyra hetta, helt hann eftir Dávidi til Maonsoyðimørk.
26 Saul gekk øðrumegin fjallið, og Dávid og menn hansara øðrumegin. Men sum Dávid nú gekk í angist og royndi at sleppa undan Saul, og Saul og menn hansara júst skuldu kringseta Dávid og menn hansara at taka teir,
27 tá kom sendimaður til Saul og segði: "Ver skjótur og kom! Filistarar hava brotið seg inn í landið!"
28 Saul gavst tá at elta Dávid og fór móti Filistarum. - Av hesum fekk hetta stað navnið Sela-Hammalekot.