Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Táið Sámuel var vorðin gamal, setti hann synir sínar til dómarar í Ísrael.
2 - Hin frumborni sonur hansara æt Jóel, og hin sonur hansara Abia; teir dømdu í Be’erseba. -
3 Men synir hansara gingu ikki í fótasporum hansara; teir lógu eina eftir egnum vinningi, tóku mutur og boygdu rættin.
4 Tá komu allir hinir elstu í Ísrael saman, fóru til Sámuel í Rama
5 og søgdu við hann: "Tú ert nú vorðin gamal, og synir tínir ganga ikki í fótasporum tínum. Set okkum tí nú kong at døma okkum, eins og allar aðrar tjóðir hava!"
6 Men tað dámdi Sámuel illa, at teir søgdu: "Gev okkum kong, sum kann døma okkum!" - Og Sámuel bað til HARRAN.
7 Tá segði HARRIN við Sámuel: "Akta fólkið í øllum, sum teir siga við teg! Tað er ikki teg, ið teir vraka; tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur.
8 Sum teir hava borið seg at móti Mær, frá tí degi Eg leiddi teir út av Egyptalandi og líka til henda dag - teir vendu Mær bakið og dýrkaðu aðrar gudar - so bera teir seg nú at móti tær við!
9 Men akta nú orð teirra! Tó skalt tú av álvara vitna fyri teimum og minna teir um, hvussu hann fer at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir teimum!"
10 Alt hetta, ið HARRIN hevði sagt, segði nú Sámuel fólkinum, sum kravdi hann eftir kongi.
11 Hann segði: "So fer hann at bera seg at, kongurin, ið kemur at ráða yvir tykkum: Synir tykkara fer hann at taka og seta teir við vagn sín og hestar sínar, so teir noyðast at renna fyri vagni hansara;
12 hann fer at seta teir til høvuðsmenn yvir túsund og høvuðsmenn yvir fimti, til at pløga og heysta hjá sær og til at gera sær krígsamboð og vagntól.
13 Døtur tykkara fer hann at taka og seta tær at blanda salvur, at kóka og baka.
14 Tað besta av jørð tykkara og víngørðum og oljugørðum tykkara fer hann at taka og geva tænarum sínum.
15 Hann fer at taka tíggjund av økrum og víngørðum tykkara og geva hirðmonnum og tænarum sínum.
16 Trælir og trælkvinnur tykkara og bestu dreingir tykkara, somuleiðis neyt og esil tykkara, fer hann at taka og hava at arbeiða hjá sær.
17 Av smáfæi tykkara fer hann at taka tíggjund - og sjálvir skulu tit verða trælir hansara!
18 Táið tit so ein dag rópa til HARRAN undan kongi tykkara, sum tit hava valt tykkum, skal HARRIN ikki svara tykkum!"
19 Men fólkið vildi ikki lurta eftir Sámuel; teir søgdu: "Nei, vit vilja hava kong yvir okkum!
20 Vit vilja vera sum allar hinar tjóðirnar; kongur okkara skal døma okkum, og hann skal fara út á odda hjá okkum og føra kríggj okkara!"
21 Táið Sámuel hevði hoyrt alt, ið fólkið segði, bar hann tað fram fyri HARRAN.
22 Og HARRIN segði við Sámuel: "Akta orð teirra og set kong yvir tey!" Sámuel segði tá við Ísraelsmenn: "Farið heimaftur, hvør til bý sín!"