Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Nú kom Nahas Ammonitur og kringsetti Jabes í Gilead. Tá søgdu allir menninir í Jabes við Nahas: "Ger sáttmála við okkum, so skulu vit tæna tær!"
2 Men Nahas Ammonitur svaraði teimum: "Ja, men tey kor seti eg, um eg skal gera sáttmála við tykkum, at eg stingi út høgra eyga á tykkum øllum - øllum Ísrael til skomm!"
3 Tá søgdu teir elstu í Jabes við hann: "Gev okkum freist í sjey dagar, so vit fáa sent boð um alt Ísraelsland! Er tá eingin, ið kemur okkum til hjálpar, skulu vit geva okkum í hendur tínar!"
4 Táið sendiboðini komu til Gibea Sauls og bóru ørindi síni fram fyri fólkið, skar alt fólkið í grát.
5 Saul kom júst tá heimaftur av markini, gangandi aftan á oksum sínum, og hann spurdi: "Hvat bagir fólkinum - tey gráta so?" Teir søgdu honum tá tað, ið menninir úr Jabes høvdu sagt.
6 Táið Saul hoyrdi hetta, kom Andi Guds yvir hann, og vreiði hansara tendraðist ógvuliga.
7 Hann tók tveir oksar, høgdi teir sundur, sendi menn um í øllum landi Ísraels við stykkjunum og læt siga: "Tann, ið ikki fylgir eftir Saul og Sámuel, við oksar hansara skal verða gjørt so!" Tá fall ræðsla frá HARRANUM á fólkið, og teir hildu avstað sum ein maður.
8 Í Bezek taldi hann herin, og har vóru 300 000 Ísraelsmenn og 30 000 mans úr Juda.
9 So segði hann við sendiboðini, ið komin vóru: "So skulu tit siga við menninar í Jabes í Gilead: "Í morgin, táið sólin brennir sum heitast, skulu tit fáa hjálp!"" Táið sendiboðini komu og bóru monnunum í Jabes hesi boð, vórðu teir glaðir.
10 So søgdu teir [við Ammonitar]: "Í morgin skulu vit geva okkum upp í hendur tykkara, so fara tit at gera við okkum, sum tit vilja!"
11 Dagin eftir býtti Saul herin sundur í tríggjar flokkar, og á morgunvøkuni herjaðu teir á Ammonitar, har sum teir høvdu tikið støðu, og høgdu teir niður líka til miðjan dag; teir, ið eftir vórðu, spjaddust sundur, so ikki tveir av teimum vóru saman.
12 Tá segði fólkið við Sámuel: "Hvørjir vóru teir, ið søgdu: "Skal Saul vera kongur yvir okkum!" Lat okkum fáa fatur á teimum monnum, so skulu vit drepa teir!"
13 Men Saul segði: "Í dag skal eingin verða dripin, tí í dag hevur HARRIN givið Ísrael sigur!"
14 Sámuel segði nú við fólkið: "Komið, latið okkum fara til Gilgal og har staðfesta kongadømið!"
15 So fór alt fólkið til Gilgal, og fyri ásjón HARRANS gjørdu teir har í Gilgal Saul til kong; og teir ofraðu har takkoffur fyri ásjón HARRANS. Saul og allir Ísraelsmenn vóru ógvuliga glaðir.