Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 So var tað ein dagin, tá segði Jónatan, sonur Saul, við vápnasvein sín: "Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokk Filistara, beint her yvirav!" Men faðir sínum segði hann ikki frá tí.
2 Saul sat júst uttanvert við Gibea undir granateplatrænum við Migron, og fólkið, ið hann hevði hjá sær, var um 600 mans.
3 - Ahia, sonur Ahitub, bróður Ikabod, son Pinehas, son Eli, prest HARRANS í Silo, bar tá lívkyrtilin. - Men fólkið vitsti einki um, at Jónatan var farin.
4 Í skarðinum, sum Jónatan royndi at sleppa um fyri at leypa á oddaflokk Filistara, var hamari hvørjumegin; annar æt Bozez, og annar Sene.
5 Annar hamarin var norðanfyri, beint fyri Mikmas, og var brattur, annar var sunnanfyri, beint fyri Geba.
6 Jónatan segði tá við vápnasvein sín: "Kom, lat okkum fara yvir til oddaflokkin hjá hasum óumskornu! Kanska HARRIN fer at hjálpa okkum - einki forðar HARRANUM at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru!"
7 Vápnasveinur hansara svaraði: "Ger tað, ið tú hevur í huga! Eg komi við; tað, ið tú vilt, vil eg eisini."
8 Jónatan segði: "Nú fara vit yvir til menninar har og lata teir síggja okkum.
9 Siga teir tá við okkum: "Standið stillir, inntil vit koma til tykkara!" so verða vit standandi, har sum vit eru, og fara ikki niðan til teirra.
10 Men siga teir: "Komið niðan til okkara!" so fara vit niðan hagar; tí so hevur HARRIN givið teir í hendur okkara! - Hetta skulu vit hava til merki."
11 Táið teir nú vóru komnir so langt báðir, at oddaflokkur Filistara fekk eyga á teir, søgdu Filistarar: "Hyggið, Hebrearar krúpa sær út úr holunum, sum teir hava krógvað seg í!"
12 Og menninir í oddaflokkinum róptu til Jónatan og vápnasvein hansara: "Komið niðan til okkara, so skulu vit læra tykkum!" Tá segði Jónatan við vápnasvein sín: "Kom niðan aftan á mær, HARRIN hevur givið teir í hendur Ísraels!"
13 So kleiv Jónatan upp á øllum fýra, og vápnasveinur hansara fylgdi eftir. Og Jónatan feldi teir, og vápnasveinur hansara gekk aftan á honum og gav teimum deyðastingin.
14 Í fyrsta álopi feldu Jónatan og vápnasveinur hansara úti við tjúgu mans á einum strekki sum helvtina av tí, ið pløgast kann ein dag.
15 Tá varð ræðsla, bæði í tilhaldinum og uttanfyri, og allur herurin, bæði oddaflokkurin og ránsflokkurin, varð sligin av ræðslu; haraftrat kom jarðskjálvti, og tað loypti ræðslu frá Gudi.
16 Táið vaktarmenn Sauls í Gibea í Benjamin hugdu tann vegin, sóu teir, at allur herurin skiltist sundur, og at teir lupu higar og hagar.
17 Tá segði Saul við menn sínar: "Kannið eftir og vitið, hvør av okkara ið farin er!" Og táið teir kannaðu eftir, fingu teir at síggja, at Jónatan og vápnasveinur hansara saknaðust.
18 Tá segði Saul við Ahia: "Fá ørk Guds higar!" - Tí ørk Guds var um hesa tíðina millum Ísraelsmenn.
19 Men meðan Saul tosaði við prestin, tók gangurin til í tilhaldi Filistara; Saul segði tá við prestin: "Lat bert vera!"
20 Og Saul og alt fólkið, ið hann hevði hjá sær, savnaðu seg, og táið teir komu, hagar sum bardagin stóð, fingu teir at síggja, at hvør hevði lyft svørðið móti øðrum, og at alt var í einum roki.
21 Eisini teir Hebrearar, sum frá gamlari tíð høvdu staðið undir Filistarum, og sum vóru farnir við teimum í stríðið, fullu frá og fóru í felag við Ísrael, sum fylgdi Saul og Jónatan eftir.
22 Og táið teir Ísraelsmenn, sum høvdu krógvað seg í Efra’imsfjøllum, frættu, at Filistarar flýddu, hildu eisini teir eftir teimum og komu við í bardagan.
23 Soleiðis gav HARRIN Ísrael sigur tann dagin. Og bardagin stóð við sama lagi líka fram um Bet-Aven.
24 Menn Ísraels vóru nú ógvuliga givnir henda dagin. Men tá bant Saul fólkið við hesum eiði: "Bannaður veri tann maður, ið leskar bita fyrrenn í kvøld, fyrrenn eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!" - So leskaði tá eingin av fólkinum mat.
25 Alt fólkið kom nú inn í skógin, og har var hunangur á markini;
26 við tað sama sum fólkið kom inn í skógin, fingu teir at síggja ein heilan streym av hunangi; men eingin bar hond at munni, tí fólkið ræddist eiðin.
27 Men Jónatan hevði ikki hoyrt, táið faðir hansara bant fólkið við eiðinum; tí rætti hann út stavin, sum hann hevði í hondini, drap endan av honum í hunangin og bar so hondina at aftur munninum; tá sóu eygu hansara klárt aftur.
28 Tá tók ein av fólkinum til orða og segði: "Faðir tín hevur bundið fólkið við dýrum eiði og sagt: "Bannaður veri tann maður, ið leskar bita í dag!" - Tí hevur fólkið fingið maktarloysi!"
29 Jónatan svaraði: "Pápi hevur stoytt landinum í vanlukku! Hygg bert, hvussu klár eygu míni eru vorðin, av tí at eg havi smakkað eitt sindur á henda hunangin!
30 Hvussu mangan størri hevði ikki mannafallið verið millum Filistarar, um fólkið í dag hevði etið dúgliga av fonginum, ið teir hava tikið frá fíggindum sínum!"
31 Teir vunnu tá Filistarar henda dagin og eltu teir úr Mikmas til Ajalon; og fólkið var heilt útlúgvað.
32 Tí kastaði fólkið seg yvir fongin, tók smáfæ, neyt og kálvar, drap tað á markini og át kjøtið við blóðinum í.
33 Onkur kom nú og bar Saul boð um hetta og segði: "Fólkið syndar móti HARRANUM og etur kjøtið við blóðinum í!" Tá rópti Saul: "Tit fremja brotsverk! Rullið mær stóran stein higar!"
34 So segði Saul: "Gangið um millum fólkið og sigið við teir, at ein og hvør teirra skal koma higar til mín við neyti og seyði sínum og drepa tey her! So kunnu tit eta - men syndið ikki móti HARRANUM við at eta kjøtið við blóðinum í!" Tá kom hvør maður av fólkinum um náttina leiðandi við tí, ið hann hevði, og drap tað har.
35 Og Saul reisti HARRANUM altar; hetta var fyrsta altar, ið hann reisti HARRANUM.
36 Síðani segði Saul: "Latið okkum í nátt fara oman og halda aftan á Filistarum og ræna millum teir, inntil lýsir í morgin, so eingin verður eftir av teimum!" Teir svaraðu: "Ger, júst sum tú vilt!" Men presturin segði: "Lat okkum her stíga fram fyri Gud!"
37 So spurdi Saul Gud: "Skal eg fara oman og halda eftir Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur Ísraels?" - Men Hann svaraði honum ikki tann dagin.
38 Tá segði Saul: "Komið higar, allir høvdingarnir millum fólkið, so tit kunnu fáa at vita og síggja, hvat tað er fyri synd, ið gjørd er í dag!
39 Tí so satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið Ísrael sigur: Um tað so er hjá Jónatan, syni mínum, ið skuldin er, so skal hann doyggja!" - Men eingin av øllum fólkinum svaraði honum.
40 So segði hann við alt Ísrael: "Tit skulu vera annar parturin, og eg og sonur mín Jónatan annar!" Fólkið svaraði Saul: "Ger, júst sum tú vilt!"
41 Síðani segði Saul við HARRAN: "Gud Ísraels! Lat sannleikan koma upp!" Og luturin fall á Jónatan og Saul, men fólkið slapp undan.
42 So segði Saul: "Kastið lut millum meg og Jónatan, son mín!" Og luturin fall á Jónatan.
43 Tá segði Saul við Jónatan: "Sig mær, hvat tú hevur gjørt!" Jónatan segði honum tað: "Eg tók eitt sindur av hunangi á endan á stavinum, sum eg hevði í hondini, og smakkaði á tað - hygg her eri eg, eg má lata lív!"
44 Tá segði Saul: "Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú ikki skalt lata lív, Jónatan!"
45 Men fólkið segði við Saul: "Skal Jónatan lata lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda stóra sigur! Tað skal ikki henda! So satt sum HARRIN livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar, tí við hjálp Guds hevur hann vunnið sigur í dag!" - Soleiðis fríaði fólkið Jónatan undan deyðanum.
46 Men Saul gavst at jagstra Filistarar og fór heimaftur; og Filistarar fóru heimaftur til land sítt.
47 Táið Saul hevði vunnið kongadømið yvir Ísrael, bardist hann við allar fíggindar sínar rundanum, Móab, Ammonitar, Edom, kongin í Zoba og Filistarar, og allastaðni, ið hann vendi sær, vann hann.
48 Hann vann sær stórt veldi. Hann vann sigur á Amalek og fríaði Ísrael undan teimum, ið rændu tað.
49 Synir Saul vóru Jónatan, Jisvi og Malkisua, og døtur hansara báðar itu: Hin eldra Merab, og hin yngra Mikal.
50 Kona Saul æt Ahinoam; hon var dóttir Ahima’az. Herhøvdingi hansara æt Abner; hann var sonur Ner, faðirbróður Saul.
51 - Kis, faðir Saul, og Ner, faðir Abner, vóru synir Abiel.
52 Bardagin við Filistarar var harður alla ævi Sauls; og hitti Saul ein djarvan mann, ið dugdi væl til hermann, tók hann hann í tænastu hjá sær.