Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Fyrra Sámuelsbók
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31
1 Tá bað Hanna og segði: "Hjarta mítt frøir seg í HARRANUM; hátt er horn mítt lyft upp í HARRANUM; vítt er muður mín latin upp móti fíggindum mínum - tí eg gleði meg í frelsu Tíni.
2 Eingin er heilagur sum HARRIN, nei, eingin er uttan Tú, eingin klettur er sum Gud okkara!
3 Talið ikki so mong stór orð, latið ikki frek orð ganga tykkum av munni! Tí HARRIN er Gud, sum veit alt, og Hann vigar gerðir.
4 Bogar kappanna brotna, men hini snávandi gyrða seg við styrki.
5 Tey, sum mett vóru, noyðast at lata seg leiga fyri breyð; men tey, sum liðu hungur, hungra ikki longur. Hin ófruktbara føðir sjey, men hon, ið átti nógvar synir, følnar burtur.
6 HARRIN er tann, ið tekur lív og gevur lív; Hann førir niður í deyðaríkið og førir upp haðani.
7 HARRIN er tann, ið ger fátækan og ger ríkan; Hann eyðmýkir, men Hann lyftir eisini upp.
8 Hann reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir hin fátæka úr skarninum til at seta hann hjá høvdingum og lata hann sita í heiður; tí grundstólpar jarðarinnar hoyra HARRANUM til, og á teir hevur Hann bygt jarðarríki.
9 Hann varðar føtur heiløgu Sína, men gudleys ganga til grundar í myrkri - tí ikki við egnum mátti er maður sterkur.
10 Ræðast skal hvør tann, ið stríðir móti HARRANUM; yvir honum letur Hann torna í Himli. HARRIN dømir endar jarðarinnar, og Hann skal geva kongi Sínum styrki og lata horn hins salvaða Síns verða høgt!"
11 So fór Elkana heimaftur til Rama, men drongurin gjørdi tænastu fyri HARRANUM hjá Eli presti.
12 Men synir Eli vóru ringir menn - teir løgdu einki í HARRAN.
13 So bóru prestarnir seg at við fólkið: Hvørja ferð onkur kom við ofri, og kjøtið varð kókað, kom tænari prestsins og hevði í hondini gaffil við trimum tindum;
14 hann stakk hann niður í ketilin, pannuna, krukkuna ella pottin, og alt tað, ið gaffilin so hevði upp við sær, tók presturin sum part sín. So gjørdu teir við allar Ísraelsmenn, ið komu hagar til Silo.
15 Ja, enntá áðrenn tað feita var brent, kom tænari prestsins og segði við hann, ið ofraði: "Kom við kjøti til prest at steikja! Hann vil ikki hava kókað kjøt frá tær, men rátt!"
16 Svaraði maðurin honum tá: "Fyrst má tað feita brennast; síðani kanst tú taka, so mikið sum teg lystir!" so svaraði hann: "Nei, nú alt fyri eitt skalt tú koma við tí - annars taki eg tað við makt!"
17 - Og synd hinna ungu manna var so mikið størri fyri ásjón HARRANS, við tað at fólkið av hesum lærdi at vanvirða offur HARRANS.
18 Men Sámuel gjørdi tænastu fyri ásjón HARRANS, og drongurin gekk í lívkyrtli av lørifti.
19 Móðir hansara gjørdi honum hvørt ár lítlan kappa; hann hevði hon við til hansara, táið hon fór hagar við manni sínum at bera fram hitt árliga ofrið.
20 Og Eli signaði Elkana og konu hansara og segði: "HARRIN gevi tær avkom av hesi kvinnu aftur fyri hann, ið hon lænti HARRANUM!" - So fóru tey heimaftur.
21 Og HARRIN vitjaði Hannu; hon varð við barn og átti tríggjar synir og tvær døtur. Men drongurin Sámuel vaks upp hjá HARRANUM.
22 Eli var ógvuliga gamal; og táið hann hoyrdi, hvussu synir hansara bóru seg at við alt Ísrael, og at teir lógu hjá kvinnunum, ið gjørdu tænastu við dyr samkomutjaldsins,
23 segði hann við teir: "Hví bera tit tykkum so at? Eg hoyri frá øllum fólkinum her, at atburður tykkara er ringur.
24 Gerið ikki so, synir mínir! Tað er einki gott orð, ið eg hoyri ganga um tykkum - tit villleiða fólk HARRANS!
25 Táið maður syndar móti øðrum manni, so dømir Gud teirra millum; men syndar maður móti HARRANUM, hvør skal tá biðja fyri honum!" Men teir lurtaðu ikki eftir tí, sum faðir teirra segði, tí tað var vilji HARRANS at lata teir doyggja.
26 Men drongurin Sámuel vaks til og varð meiri og meiri avhildin, bæði av HARRANUM og menniskjum.
27 Nú kom ein gudsmaður til Eli og segði við hann: "So sigur HARRIN: "Eg opinberaði Meg fyri fedrahúsi tínum, ta ferðina teir vóru í Egyptalandi og máttu træla hjá húsi Faraos.
28 Eg útvaldi tað úr øllum ættum Ísraels til at gera prestatænastu fyri Mær, til at ofra á altari Mínum, brenna roykilsi og bera lívkyrtil fyri ásjón Míni, og Eg gav fedrahúsi tínum øll eldoffur Ísraelsmanna.
29 Hví traðka tit tá sláturoffur og matoffur Mítt undir fótum, ofrini, ið Eg havi givið boð um í bústaði Mínum? Og tú ærir synir tínar meir enn Meg, sum tit gera tykkum til góða við tí besta av øllum offurgávum Ísraels, fólks Míns!"
30 Tí sigur HARRIN Gud Ísraels: "Víst havi Eg sagt, at hús títt og fedrahús títt til ævigar tíðir skal sleppa at gera tænastu fyri ásjón Míni; men nú" - sigur HARRIN - "langt veri tað frá Mær! Nei, tey, ið æra Meg, skal Eg æra, og tey, ið vanvirða Meg, skulu verða til skammar!
31 Tann tíð skal koma, táið Eg høggi av arm tín og arm fedrahúss tíns, so eingin í ætt tíni skal verða gamal.
32 Tú skalt síggja bústað Mín í neyð, tóat HARRIN ger Ísrael so nógv gott, og aldri skal nakar í ætt tíni verða gamal.
33 Einans ein av ætt tíni skal Eg lata vera at beina burt frá altari Mínum - so Eg lati eygu tíni sløkna og sál tína ørmaktast - men allir, ið vaksa upp í húsi tínum, skulu doyggja í manndómsárum!
34 Og til merki um hetta skalt tú hava tað, ið ráma skal báðar synir tínar, Hofni og Pinehas: Teir skulu báðir doyggja sama dag!
35 Men Eg skal reisa Mær upp trúfastan prest; hann skal gera eftir hjarta Mínum og vilja Mínum; honum skal Eg byggja hús, sum verður standandi, og hann skal allar dagar gera tænastu fyri ásjón hins salvaða Míns."
36 Tá skal hvør tann, ið eftir er av ætt tíni, koma og kasta seg til jarðar fyri honum, fyri at fáa ein skilling ella eina breyðflís, og siga: "Góði, set meg í eitt av prestaembætunum, so eg kann hava ein breyðbita at eta!""