Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 7
123456 78910111213141516
1 Ella vita tit ikki, brøður - eg tali jú til slík, sum kenna lógina - at lógin ræður yvir menniskjanum, so leingi sum tað livir?
2 Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum.
3 Hon skal tí verða kallað horkvinna, um hon, meðan maðurin livir, gevur øðrum manni seg; men doyr maðurin, er hon frí frá lógini, so hon verður ikki horkvinna, um hon gevur øðrum manni seg.
4 Soleiðis - brøður mínir - doyðu eisini tit frá lógini við likami Kristusar, fyri at tit skulu hoyra einum øðrum til, Honum, ið risin er upp frá hinum deyðu, so vit kunnu bera Gudi ávøkst.
5 Tí meðan vit vóru í holdinum, virkaðu hinir syndigu lystir, ið vaktir vórðu við lógini, soleiðis í limum okkara, at vit bóru deyðanum ávøkst.
6 Men nú eru vit loyst frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum fyrr helt okkum fangað, so at vit tæna á nýggja hátt andans og ikki á gamla hátt bókstavsins.
7 Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: "Tú mást ikki girnast."
8 Syndin slapp nú framat og virkaði við boðnum alskyns girnd í mær; tí uttan lóg er syndin deyð.
9 Eg livdi einaferð uttan lóg; men táið boðið kom, varð syndin livandi aftur,
10 og eg doyði; og boðið - sum givið var til lív - varð mær til deyða.
11 Tí syndin slapp framat, dáraði meg við boðnum og drap meg við tí.
12 So er tá lógin heiløg, og boðið er heilagt, rættvíst og gott.
13 Er tá tað, sum gott er, vorðið mær til deyða! Minni enn so! Nei, tað var syndin, fyri at hon skuldi vísa seg sum synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyðan; soleiðis skuldi syndin við boðnum verða út av lagi syndig.
14 Vit vita jú, at lógin er andalig; men eg eri holdborin, seldur undir syndina.
15 Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
16 Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, gevi eg jú lógini tann vitnisburð, at hon er góð.
17 So er tað nú ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr.
18 Tí eg veit, at í mær - í holdi mínum - býr einki gott; viljan havi eg, men at gera hitt góða eri eg ikki mentur.
19 Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg.
20 Geri eg nú tað, sum eg ikki vil, so er tað ikki longur eg, sum geri tað, men syndin, sum í mær býr.
21 So finni eg nú ta lóg hjá mær - eg, sum vil gera hitt góða - at hitt illa er mær hjástatt.
22 Tí eftir hinum innara menniskja mínum havi eg hug til lóg Guds;
23 men í limum mínum síggi eg aðra lóg, sum stríðir móti lóg sinnis míns og tekur meg til fanga undir lóg syndarinnar, sum í limum mínum er.
24 Arma menniskja mítt! Hvør skal fría meg frá hesum likami deyðans!
25 Gudi veri tøkk við Jesusi Kristi, Harra okkara! So tæni eg tá sjálvur við sinninum lóg Guds, men við holdinum lóg syndarinnar.