Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 10
123456789 10111213141516
1 Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst.
2 Tí eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud - men ikki við skili.
3 Tey kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag sína egnu rættvísi; tí hava tey ikki boygt seg undir rættvísi Guds.
4 Tí Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr.
5 Móses skrivar jú um rættvísina av lógini: "Tað menniskja, sum hetta ger, skal liva við tí."
6 Men rættvísin, ið er av trúgv, sigur so: "Sig ikki í hjarta tínum: "Hvør skal fara upp til Himmals?"" - tað er, at fáa Kristus niður -
7 "ella: "Hvør skal fara niður í avgrundina?"" - tað er, at fáa Kristus upp frá hinum deyðu.
8 Hvat sigur hon tá? - "Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum" - tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.
9 Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.
10 Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi; og við munninum játtar ein - til frelsu.
11 Skriftin sigur jú: "Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar."
12 Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
13 Tí "hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur."
14 Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!
15 Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! - sum skrivað er: "Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!"
16 Men ikki øll vóru evangeliinum lýðin. Esaias sigur jú: "Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi frá okkum!"
17 So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
18 Eg spyrji tá: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: "Um alla jørðina er rødd teirra gingin út, og til enda jarðarríkis orð teirra."
19 Og eg spyrji: Hevur Ísrael ikki skilt tað? - Fyrst sigur Móses: "Eg skal vekja øvund tykkara móti tjóð, ið er ikki tjóð; móti tjóð við ongum viti skal Eg vekja vreiði tykkara."
20 Og Esaias vágar sær at siga: "Eg varð funnin av teimum, ið ikki søktu Meg; Eg varð teimum opinberur, sum ikki spurdu eftir Mær."
21 Men við Ísrael sigur hann: "Allan dagin rætti Eg út hendurnar móti ólýdnari, treiskari tjóð."