Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 9
12345678 910111213141516
1 Eg sigi sannleika í Kristusi, eg lúgvi ikki - samvitska mín vitnar við mær í Heilaga Andanum -
2 at eg havi í hjartanum stóra sorg og kvøl, sum aldri gevst
3 - um brøður mínar, skyldmenn mínar eftir holdinum. - Eg sjálvur ynskti jú at vera bannlýstur frá Kristusi.
4 Teir eru jú Ísraelsmenn, teimum tilhoyrir sonarætturin, dýrdin, sáttmálarnir, lóggávan, gudstænastan og lyftini;
5 teimum tilhoyra fedrarnir, og av teimum er Kristus komin eftir holdinum, Hann, sum er Gud yvir øllum, signaður í allar ævir. Amen.
6 Hetta sigi eg ikki, sum at orð Guds skuldi havt svikið; tí ikki øll, sum eru av Ísrael, eru Ísrael;
7 ei heldur eru øll børn, fyri tað at tey eru avkom Ábrahams - nei: "Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær."
8 Hetta merkir: Ikki tey eru børn Guds, sum eru børn eftir holdinum; nei, tey, sum eru børn eftir lyftinum, tey roknast fyri avkom.
9 Tí lyftisorð er hetta: "Um hesa tíðina skal Eg koma, og tá skal Sára hava son."
10 Og enn meir: So var eisini við Rebekku, táið hon var við barn við einum, Ísaki, faðir okkara.
11 Tí táið teir enn vóru óføddir og hvørki høvdu gjørt gott ella ilt, varð - fyri at ráð Guds eftir útveljingini skuldi standa fast, ikki av verkum, men av Honum, ið kallar -
12 sagt við hana: "Hin eldri skal tæna hinum yngra"
13 - sum skrivað er: "Jákup elskaði Eg, men Esau hataði Eg."
14 Hvat skulu vit tá siga? Er órættvísi hjá Gudi! Minni enn so!
15 Hann sigur jú við Móses: "Eg skal vera honum náðigur, sum Eg eri náðigur, og miskunna honum, sum Eg miskunni."
16 So stendur tað ikki til tann, ið vil, ei heldur til tann, ið rennur, men til Gud, sum miskunnar.
17 Tí skriftin sigur við Farao: "Júst til hetta reisti Eg teg upp, at Eg kundi vísa mátt Mín á tær, og at navn Mítt kundi verða kunngjørt um alla jørðina."
18 So miskunnar Hann tá honum, sum Hann vil, og herðir hann, ið Hann vil.
19 Nú vilt tú siga við meg: "Hvat hevur Hann tá at kæra Seg um! Hvør kann standa vilja Hansara ímóti!"
20 Ja, men hvør ert tú, menniskja, ið svarar Gudi aftur! Skal tað, sum gjørt er, siga við Hann, ið gjørdi tað: "Hví gjørdi Tú meg so?"
21 Ella hevur leirkerasmiðurin ikki vald á leirinum, so hann úr sama deiggi kann gera eitt ílat til æru, eitt annað til vanæru!
22 Men um nú Gud - tóat Hann vildi vísa vreiði Sína og kunngera mátt Sín - tó í stórum langmóði toldi vreiðiíløtini, sum til reiðar vóru til undirgang -
23 so Hann eisini kundi kunngera dýrdarríkdóm Sín á miskunnaríløtunum, sum Hann frammanundan hevði gjørt til reiðar til dýrd - !
24 Og at verða slík kallaði Hann okkum við, ikki bert av Jødum, men eisini av heidningum -
25 sum Hann eisini sigur hjá Hoseasi: "Tað, sum ikki var fólk Mítt, skal Eg kalla fólk Mítt, og hana, ið ikki var hin elskaða, skal Eg kalla hina elskaðu Mína;
26 og so skal verða, at á tí staði, har sagt varð við tey: "Tit eru ikki fólk Mítt!" - har skulu tey verða kallað børn hins livandi Guds."
27 Men Esaias rópar um Ísrael: "Um so tal Ísraelsmanna er sum sjóvarsandur, skal bert leivdin frelsast.
28 Tí Harrin ger upp roknskap Sín og endar hann í skundi og skal fullføra tað á jørðini."
29 Og - sum Esaias frammanundan hevur sagt -: "Hevði Harrin Zebaot ikki latið okkum havt avkom eftir, vóru vit vorðin sum Sodoma og gjørd Gomorra lík."
30 Hvat skulu vit nú siga? At heidningar, ið ikki søktu eftir rættvísi, vunnu rættvísi - men tað var rættvísina av trúgv;
31 men Ísrael, sum søkti eftir rættvísilóg, náddi ikki fram til slíka lóg.
32 Hví? Tí tey søktu hana ikki av trúgv, men av verkum - tey fullu um snávisteinin
33 - sum skrivað er: "Eg leggi í Zion snávistein og klett, sum er til fall; tann, ið trýr á Hann, skal ikki verða til skammar."