Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 16
123456789101112131415 16
1 Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
2 Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heiløgu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.
3 Heilsið Prisku og Akvila, sum hava arbeitt saman við mær í Kristi Jesusi!
4 Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.
5 Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!
6 Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum!
7 Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!
8 Heilsið Ampliatusi, hinum elskaða mínum í Harranum!
9 Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi, og Stakysi, hinum elskaða mínum!
10 Heilsið Apellesi, hinum roynda í Kristusi! Heilsið teimum hjá Aristobulusi!
11 Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!
12 Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum! Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum!
13 Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni!
14 Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum!
15 Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heiløgu hjá teimum!
16 Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.
17 Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært - haldið tykkum burtur frá teimum!
18 Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
19 Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er.
20 Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
21 Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum, somuleiðis Lukius, Jason og Sosipater, skyldmenn mínir.
22 - Eg, Tertius, sum havi skrivað brævið niður, heilsi tykkum í Harranum.
23 Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.
24 Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen!
25 Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um,
26 men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni
27 - Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen.