|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Bræv Paulusar til samkomuna í Róm | | Kapittul 2 | | | | 1 | Tú, menniskja - hvør tú so ert, sum dømir - hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama! |
| 2 | Vit vita, at dómur Guds - sum sannleiki býður - er yvir teimum, ið slíkt gera. |
| 3 | Men tú, menniskja, sum dømir tey, ið slíkt gera, og gert tað sjálvur, heldur tú, at tú skalt sleppa undan dómi Guds? |
| 4 | Ella vanvirðir tú ríkidømi góðsku, tolinmóðs og langmóðs Hansara og veitst ikki, at góðska Guds leiðir teg til umvending? |
| 5 | Við tað at tú ert so harður, og hjarta títt kennir ikki angur, hópar tú tær upp vreiði á degi vreiðinnar, táið rættvísi dómur Guds verður opinberaður. |
| 6 | Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara. |
| 7 | Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika. |
| 8 | Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði; |
| 9 | trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda, bæði Jøda - fyrst - og síðani Grikka, |
| 10 | men dýrd, heiður og friður yvir hvønn tann, sum ger hitt góða, bæði Jøda - fyrst - og so Grikka. |
| 11 | Tí hjá Gudi er ikki mannamunur; |
| 12 | øll, ið syndað hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og øll, ið syndað hava undir lóg, skulu verða dømd við lóg. |
| 13 | Tí ikki tey, sum hoyra lógina, eru rættvís fyri Gudi; nei, tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd. |
| 14 | Tí táið heidningar - sum ikki hava lóg - av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg; |
| 15 | teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sín ámillum klaga ella eisini verja hvør aðra |
| 16 | - tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi. |
| 17 | Tú kallar teg Jøda, setur lít tína til lógina, rósar tær av Gudi, |
| 18 | kennir vilja Hansara og dømir um hitt ymiska, við tað at tú ert lærdur av lógini; |
| 19 | tú lítur tær til at vera blindum vegleiðari, teimum ljós, sum í myrkri eru, |
| 20 | dárum uppalari, ómyndigum lærari - við tað at tú í lógini hevur rætta snið kunnleikans og sannleikans. |
| 21 | - Tú, sum lærir onnur, lærir ikki teg sjálvan! Tú, sum prædikar, at ikki eigur at verða stolið - tú stjelur! |
| 22 | Tú, sum sigur, at ikki eigur at verða drivið hor, tú drívur hor! Tú, sum hevur andstygd fyri avgudum, rænir avgudatempul! |
| 23 | Tú, sum rósar tær av lógini, vanærir Gud við at bróta lógina! |
| 24 | Tí "fyri tykkara skuld verður navn Guds spottað millum heidningarnar" - sum skrivað er. |
| 25 | Víst er umskeringin til nyttu, um tú heldur lógina; men ert tú lógbrótari, so ert tú við umskering tíni óumskorin kortini. |
| 26 | Heldur nú hin óumskorni boð lógarinnar - skal hann tá ikki, tóat hann er óumskorin, verða roknaður sum umskorin! |
| 27 | Og táið tann, ið av náttúruni er óumskorin, fullkemur lógina, skal hann døma teg, tú, sum við bókstavi og umskering ert lógbrótari. |
| 28 | Tí ikki er tann Jødi, sum er tað útvortis, ei heldur er umskeringin tann, sum gjørd verður opinberliga á holdinum. |
| 29 | Nei, tann er Jødi, sum er tað í loyndum, og umskeringin er umskering hjartans í andanum, ikki í bókstavinum. Slíkur hevur rós sítt, ikki frá menniskjum, men frá Gudi. |
| |
|
|
|
|
|
|