1 | Eg spyrji nú: Hevur tá Gud vrakað fólk Sítt? Minni enn so! Eisini eg eri jú Ísraelsmaður, av avkomi Ábrahams, av ætt Benjamins! |
|
2 | Gud hevur ikki vrakað fólk Sítt, sum Hann kendi frammanundan. Ella vita tit ikki, hvat skriftin sigur, har hon talar um Elias? - hvussu hann stígur fram fyri Gud móti Ísrael og sigur: |
|
3 | "Harri! Profetar Tínar hava tey dripið, altar Tíni hava tey rivið niður; eg eri einsamallur eftir, og tey liggja mær eftir lívinum." |
|
4 | Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? - "Eg havi latið 7000 menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba’al." |
|
5 | Soleiðis er eisini, í tíðini, sum nú er, leivd vorðin eftir - eitt náðiúrval. |
|
6 | Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum - annars verður náðin ikki náði longur. |
|
7 | Hvussu tá? - Tað, sum Ísrael leitar eftir, hevur tað ikki fingið; men hini útvaldu hava fingið tað, hini eru vorðin herd |
|
8 | - sum skrivað er: "Gud gav teimum svøvnanda, eygu til ikki at síggja við og oyru til ikki at hoyra við, líka til henda dag." |
|
9 | Og Dávid sigur: "Borð teirra verði teimum snerra, fella, ástoyt og afturløning! |
|
10 | Eygu teirra blindist, so tey síggja ikki, og boygg altíð rygg teirra!" |
|
11 | Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara. |
|
12 | Er nú fall teirra heiminum ríkidømi, og er minkan teirra heidningunum ríkidømi, hvussu mikið meiri ikki, táið tal teirra verður fult! |
|
13 | Til tykkara tali eg, tit heidningar! - So satt sum eg eri heidningaápostul, prísi eg embæti mínum |
|
14 | - um eg tó kundi vakt ætt mína eftir holdinum til álvara og frelst nøkur av teimum. |
|
15 | Tí er tað heiminum sáttargerð, at tey eru vrakað, hvat verður tað tá uttan lív av deyðum, táið tey verða fagnað! |
|
16 | Er frumgróðurin heilagur, so er deiggið tað við, og er rótin heiløg, so eru greinarnar tað við. |
|
17 | Men um nú nakrar av greinunum vórðu brotnar av, og tú, villur oljukvistur, vart gróðursettur millum teirra og fekst part við teimum í rót og fiti oljutræsins, |
|
18 | so rósa tær ikki móti greinunum! Og um tú rósar tær, so er tað tó ikki tú, ið bert rótina, men rótin, ið ber teg. |
|
19 | Tú sigur kanska: "Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg skuldi verða gróðursettur!" |
|
20 | Rætt! Fyri vantrúgv sína vórðu tær brotnar av, men tú stendur við trúgv tíni; hav ikki høgar hugsanir, men óttast! |
|
21 | Tí táið Gud ikki spardi hinar náttúrligu greinar, skal Hann heldur ikki spara teg. |
|
22 | Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av. |
|
23 | Men hini skulu eisini verða gróðursett, verða tey ikki verandi í vantrúnni; tí Gud er mentur aftur at gróðurseta tey. |
|
24 | Tí um tú vart høgdur av oljutrænum, ið av náttúruni er vilt, og móti náttúruni gróðursettur í gott oljutræ, hvussu mikið meiri skulu tá ikki tey verða gróðursett í sítt egna oljutræ, tey, sum av náttúruni hoyra til tað! |
|
25 | Tí eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um hetta loyndarmál - fyri at tit skulu ikki halda tykkum sjálvar vera klókar - at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka inntil heldningarnir eru komnir inn í fullum tali. |
|
26 | So skal alt Ísrael verða frelst - sum skrivað er: "Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi; |
|
27 | og táið Eg taki burt syndir teirra, er hetta sáttmáli Mín við tey." |
|
28 | Eftir evangeliinum eru tey fíggindar - fyri tykkara skuld; men eftir útveljingini eru tey elskað - fyri fedranna skuld. |
|
29 | Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki. |
|
30 | Eins og tit áður vóru Gudi ólýðin, men hava nú fingið miskunn, við tað at hesi vóru ólýðin, |
|
31 | soleiðis hava nú eisini hesi verið ólýðin, fyri at tey, við teirri miskunn, ið tykkum er fallin í lut, eisini skulu fáa miskunn. |
|
32 | Tí Gud hevur givið tey øll upp til ólýdni, so Hann kundi miskunna teimum øllum. |
|
33 | Á ríkdómsdjúp vísdóms og kunnskapar Guds! Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar Hansara, og órannsakandi vegir Hansara! |
|
34 | Tí hvør hevur kent sinni Harrans, og hvør varð ráðgevari Hansara! |
|
35 | Ella hvør gav Honum fyrst, so honum skuldi verðið givið viðurlag! |
|
36 | - Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen. |
|
|