Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 3
12 345678910111213141516
1 Hvat hevur tá Jødin framum? Ella hvat nyttar umskeringin?
2 Nógv á allan hátt! Fyrst og fremst tað, at orð Guds eru litin teimum upp í hendur.
3 Tí hvat! Um nakrir vóru ótrúgvir, skal tá ótrúskapur teirra gera trúfesti Guds til einkis!
4 Minni enn so! Gud veri sannorðaður, og hvørt menniskja lygnari - sum skrivað er: "At Tú skalt verða kendur rættvísur í orðum Tínum og vinna, táið Tú verður dømdur."
5 Men um nú órættvísi okkara prógvar rættvísi Guds - hvat skulu vit tá siga? Er Gud órættvísur, Hann, sum letur vreiðina koma? - Eg tali menniskjaliga.
6 Minni enn so! Hvussu kundi Gud tá dømt heimin!
7 Og er nú tað, at Gud er sannorðaður, vorðið Honum enn meiri til heiður við tí, at eg eri lygnari, hví verði eg tá kortini dømdur sum syndari!
8 Og hví skulu vit tá ikki - sum vit verða spilt út fyri, og sum summi siga, at vit læra - "gera ilt, fyri at gott kann koma burtur úr tí"! - Slík fáa av røttum dóm sín!
9 Hvat tá? Hava vit nakað framum? Als ikki! Vit hava jú frammanundan klagað bæði Jødar og Grikkar fyri, at teir eru allir undir synd -
10 sum skrivað er: "Eingin rættvísur er, ikki ein;
11 skilafólk eru ikki til; eingin er, sum søkir Gud;
12 øll eru farin av leið; øll somul eru spilt; eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein;
13 opin grøv er barki teirra; við tungum sínum gjørdu tey svik; ormaeitur er undir vørrum teirra;
14 muður teirra er fullur av banni og beiskleika;
15 føtur teirra eru kvikir at úthella blóð;
16 oyðing og ósæla er á vegum teirra,
17 veg friðarins kenna tey ikki;
18 gudsótti er ikki fyri eygum teirra."
19 - Nú vita vit, at alt, ið lógin sigur, talar hon til teirra, sum undir lógini eru, fyri at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Gudi.
20 Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd.
21 Men nú er - uttan lóg - rættvísi Guds opinberað, hon, ið vitnað er um av lógini og profetunum,
22 rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva. Tí eingin munur er;
23 øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
24 og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,
25 Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar
26 - fyri at vísa rættvísi Sína í tíðini, sum nú er. Soleiðis kundi Hann vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.
27 Hvar er so rós okkara! Tað er útistongt. Við hvørji lóg? Lóg verkanna? Nei, við lóg trúarinnar!
28 Tí halda vit nú, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk.
29 Ella er Gud bert Gud Jødanna! Er Hann ikki eisini Gud heidninganna? Jú, eisini heidninganna
30 - so satt sum Gud er ein og skal rættvísgera hinar umskornu av trúgv og hinar óumskornu við trúnni.
31 Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina!