Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 4
123 45678910111213141516
1 Hvat skulu vit tá siga, at faðir okkara Ábraham hevur vunnið - eftir holdinum?
2 Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av. Tó ikki fyri Gudi -
3 tí hvat sigur skriftin? - "Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi."
4 Tann, ið virkar - honum verður lønin roknað, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á.
5 Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudliga rættvísan - honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi.
6 Soleiðis prísar eisini Dávid tað menniskja sælt, sum Gud tilroknar rættvísi uttan verk:
7 "Sæl tey, sum misbrotini eru fyrigivin, og syndirnar fjaldar hjá!
8 Sælur tann maður, ið Harrin ikki tilroknar synd!"
9 Henda sæla - er hon nú fyri hini umskornu ella fyri hini óumskornu við? - Vit siga jú, at trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi.
10 Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Táið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki táið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin.
11 Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimum tilroknað -
12 og faðir at hinum umskornu, sum ikki bert hava umskeringina, men eisini ganga í fótsporum trúarinnar, ið faðir okkara Ábraham hevði, meðan hann var óumskorin.
13 Tí ikki við lóg fingu Ábraham og avkom hansara lyftið, at hann skuldi vera arvingi til heimin - nei, við rættvísini, ið er av trúgv.
14 Eru tey arvingar, sum halda seg til lóg, so er trúgvin vorðin til onga nyttu, og lyftið gjørt til einkis.
15 Tí lógin virkar vreiði; har sum eingin lóg er, er heldur ikki lógbrot.
16 Tí er tað av trúgv, fyri at tað skal vera av náði, so lyftið kann standa øllum avkominum fast, ikki bert teimum, ið hava lógina, men eisini teimum, ið hava trúgv Ábrahams, hansara, sum er faðir okkara alra
17 - sum skrivað er: "Eg havi sett teg til faðir at mongum tjóðum" - fyri Gudi, sum hann trúði, Honum, sum ger hini deyðu livandi og kallar tað, ið ikki er til, sum tað var til.
18 Har eingin vón var, trúði hann við vón; soleiðis kundi hann verða faðir at mongum tjóðum, eftir tí, sum sagt var: "So skal avkom títt verða."
19 Og uttan at vikna í trúnni mintist hann, at hansara egna likam var eins og deytt - hann var jú tætt við 100 ár - og at móðurlív Sáru var eins og deytt.
20 Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina
21 og var fullvísur í, at tað, sum Hann hevði lovað, var Hann eisini mentur at gera.
22 Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi.
23 Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað,
24 men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum, sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu,
25 Hann, sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering.