Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 5
1234 5678910111213141516
1 Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
2 Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds.
3 Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
4 tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón -
5 og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
6 Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys.
7 Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan - fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð -
8 men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
9 Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.
10 Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.
11 Og ikki bert tað; vit rósa okkum eisini av Gudi við Harra okkara Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við.
12 Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu
13 - tí synd var í heiminum, áðrenn lógin var; men synd verður ikki tilroknað, har eingin lóg er.
14 Tó ráddi deyðin frá Ádami til Móses, eisini yvir teimum, ið ikki høvdu syndað við broti, Ádams líkum - sum er fyrimynd Hansara, ið koma skuldi.
15 Men ikki er so við náðigávuni sum við fallinum; tí doyðu hini mongu við falli hins eina, so er mangan meir náði Guds og gávan komin í yvirflóð til hini mongu við náði hins eina mans, Jesu Krists.
16 Og við gávuni er ikki, sum var, táið hin eini syndaði; tí dómurin kom við einum einstøkum og varð til fordøming, men náðigávan varð út av mongum føllum til rættvísgering.
17 Ráddi deyðin, aftur fyri fall hins eina, við hinum eina, so skulu mangan meiri tey, sum fáa yvirflóð náðinnar og rættvísigávunnar, ráða í lívinum við hinum eina, Jesusi Kristi.
18 Eins og tí við falli eins fordøming er komin yvir øll menniskju, so er eisini við rættvísi eins rættvísgering lívsins komin yvir øll menniskju.
19 Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina.
20 Men lógin kom aftrat, fyri at fallið skuldi verða stórt; tó, har sum syndin varð stór, varð náðin uppaftur størri,
21 fyri at, eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara.