Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 14
12345678910111213 141516
1 Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
2 Ein hevur trúgv at eta alt; men hin veiki etur bert urtir.
3 Tann, ið etur, má ikki vanvirða tann, ið ikki etur; og tann, ið ikki etur, má ikki døma tann, ið etur; tí Gud hevur tikið ímóti honum.
4 Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann - men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa!
5 Ein setur ein dag hægri enn annan; ein annar setur allar dagar líka - ein og hvør havi fulla vissu í sínum egna sinni!
6 Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum - hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi.
7 Eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum.
8 Liva vit, so liva vit Harranum, og doyggja vit, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.
9 Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum.
10 Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds.
11 Skrivað er: "So satt sum Eg livi - sigur Harrin - fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!"
12 So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.
13 Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín!
14 Eg veit og eri í Harranum Jesusi vísur í, at einki er í sær sjálvum óreint; bert honum, ið roknar nakað fyri óreint - honum er tað óreint.
15 Verður nú volt bróður tínum sorg við mati tínum, so er atferð tín ikki longur í kærleika. Leið ikki við mati tínum tann í undirgang, sum Kristus er deyður fyri!
16 Latið tá ikki hitt góða tykkara verða til spott!
17 Tí ríki Guds er ikki at eta og drekka; nei, tað er rættvísi, friður og gleði í Heilaga Andanum.
18 Tann, sum í tí tænir Kristusi, toknast Gudi og er menniskjum dámligur.
19 Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars!
20 Brótið ikki niður verk Guds fyri mats skuld! Víst er alt reint; men tað er tí menniskja ónt, sum við at eta fær ástoyt.
21 Beint er, ikki at eta kjøt, drekka vín ella gera nakað, sum er bróður tínum ástoyt.
22 Tú hevur trúgv! Hav hana hjá tær sjálvum, fyri Gudi! Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, hann velur!
23 Men tann, ið ivast - etur hann, er hann dómfeldur, tí hann gjørdi tað ikki av trúgv. Alt, ið ikki er av trúgv, er synd.