Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
Kapittul 6
12345 678910111213141516
1 Hvat skulu vit tá siga? Skulu vit halda fram í syndini, fyri at náðin kann verða tess størri?
2 Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni!
3 Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara?
4 Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív.
5 Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini verða tað við líkari uppreisn.
6 Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so vit skuldu ikki longur tæna syndini.
7 Tí tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini.
8 Eru vit nú deyð við Kristusi, trúgva vit, at vit eisini skulu liva við Honum.
9 Vit vita jú, at Kristus, eftir at vera risin upp frá hinum deyðu, doyr ikki meir; deyðin ræður ikki longur yvir Honum.
10 Tí deyða Sín doyði Hann eina ferð fyri syndina, men lív Sítt livir Hann fyri Gudi.
11 Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi.
12 Latið tí ikki syndina ráða í deyðiliga likami tykkara, so tit lýða tað í lystum tess!
13 Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyðum eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rættvísinnar!
14 Tí synd skal ikki ráða yvir tykkum - tit eru jú ikki undir lóg, men undir náði.
15 Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so!
16 Vita tit ikki, at táið tit bjóða tykkum fram einum sum tænarar, til at akta hann, so eru tit tænarar hjá tí, sum tit akta, veri tað nú hjá synd - til deyða - ella hjá lýdni - til rættvísi - ?
17 Men Gudi veri tøkk, at víst hava tit verið tænarar hjá syndini, men nú eru tit av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tit vórðu givin!
18 Og loyst frá syndini eru tit vorðin tænarar hjá rættvísini.
19 Eg tali menniskjaliga, við tað at hold tykkara er so veikt. Eins og tit buðu fram limir tykkara sum tænarar hjá óreinskuni og lógloysinum - til lógloysi - bjóðið soleiðis nú fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini - til heilaggering!
20 Meðan tit vóru tænarar hjá syndini, vóru tit leys frá rættvísini.
21 Hvønn ávøkst høvdu tit tá! - Slíkt, sum tit nú skammast við! Endi tess er jú deyðin.
22 Men nú tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, nú hava tit ávøkst tykkara: Tit verða heilaggjørd, og endin er ævigt lív.
23 Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.