Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 2
1 2345678910111213
1 Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí.
2 Tí stóð orðið fast, sum talað var við einglum, so at hvørt brot og ólýdni fekk uppibornu løn sína,
3 hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann,
4 við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja Sínum!
5 Tí tað var ikki undir einglar, Hann legði hin komandi heim, ið vit tala um.
6 Men ein hevur einastaðni vitnað soleiðis: "Hvat er menniskjað, at Tær kemur tað í hug, ella menniskjasonur, at Tú vitjar hann!
7 Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar; so krýndi Tú Hann við dýrd og heiður;
8 alt legði Tú undir føtur Hansara." - Tí táið Hann legði alt undir hann, undantók Hann einki frá at vera honum undirlagt; men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn.
9 Men Hann, sum stutta tíð varð gjørdur lægri enn einglarnir - Jesus - Hann síggja vit, fyri tað at Hann leið deyðan, krýndan við dýrd og heiður, so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll.
10 Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum.
11 Tí bæði Hann, ið halgar, og tey, sum halgað verða, eru øll av einum; tí skammast Hann ikki við at kalla teir brøður;
12 Hann sigur jú: "Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt; mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær",
13 og framvegis: "Eg skal líta á Hann", og framvegis: "Hygg, her eri Eg og børnini, ið Gud hevur givið Mær!"
14 Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans - tað er Djevulin -
15 og gera øll tey frí, sum av ræðslu fyri deyðanum vóru í trældómi alla lívstíð sína.
16 Tað er jú ikki einglum, Hann tekur Sær av, men avkomi Ábrahams tekur Hann Sær av.
17 Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins.
18 Tí við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann - sum tann, ið sjálvur er freistaður - koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.