1 | Heiløgu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus, |
|
2 | sum var Honum trúgvur, ið gjørdi Hann til tað, eins og eisini Móses var í øllum húsi Hansara! |
|
3 | Tí hesin er hildin so mikið meiri dýrd verdur enn Móses, sum tann, ið húsið gjørdi, hevur meiri æru, enn húsið sjálvt. |
|
4 | Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud. |
|
5 | Víst var Móses trúgvur í øllum húsi Hansara sum tænari, til at vitna tað, ið talast skuldi; |
|
6 | men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit - so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan. |
|
7 | - Sum Heilagi Andin tí sigur: "Í dag - um tit hoyra rødd Hansara - |
|
8 | herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini, |
|
9 | har fedrar tykkara freistaðu Meg og royndu Meg, teir, sum tó sóu verk Míni í 40 ár! |
|
10 | Tí varð Eg vreiður á ta ætt og segði: "Tey villast altíð í hjartanum!" Men tey kendu ikki vegir Mínar; |
|
11 | so svór Eg í vreiði Míni: "Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!"" |
|
12 | - síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi! |
|
13 | Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, so leingi sum tað eitur "í dag", so eingin av tykkum verður herdur við sviki syndarinnar! |
|
14 | Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan. |
|
15 | - Táið nú verður sagt: "Í dag - um tit hoyra rødd Hansara - so herðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum!" |
|
16 | - hvørji vóru tá tey, sum hoyrdu og voldu tó beiskleika? Vóru tað ikki øll, sum fóru út av Egyptalandi við Mósesi! |
|
17 | Hvørji var Hann vreiður á í 40 ár? Vóru tað ikki tey, sum syndaðu, so deyðu kroppar teirra fullu í oyðimørkini! |
|
18 | Og um hvørji var tað, Hann svór, at tey skuldu ikki koma inn til hvílu Hansara, uttan um tey, sum ikki høvdu viljað trúð! |
|
19 | Vit síggja tá, at tað var fyri vantrúar skuld, tey kundu ikki koma inn. |
|
|