Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 1
12345678910111213
1 Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum,
2 sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við.
3 Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
4 Og Hann er vorðin so mikið størri enn einglarnir, sum Hann hevur arvað dýrari navn enn teir.
5 Tí við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: "Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag"! og uppaftur: "Eg skal vera Honum Faðir, og Hann skal vera Mær Sonur"!
6 Og táið Hann aftur leiðir hin frumborna inn í heimin, sigur Hann: "Allir einglar Guds skulu tilbiðja Hann."
7 Um einglarnar sigur Hann: "Hann ger einglar Sínar til vindar og tænarar Sínar til eldsloga",
8 men um Sonin: "Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns.
9 Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!"
10 Og: "Tú, Harri, grundfesti í upphavi jørðina, og Himlarnir eru handaverk Títt;
11 teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði;
12 sum kápu skalt Tú balla teir saman, og teir skulu umbroytast. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda."
13 Við hvønn av einglunum hevur Hann nakrantíð sagt: "Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul"!
14 - Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!