1 | Lógin hevur bert skugga hinna komandi góða, ikki sonnu mynd teirra; tí kann hon aldri við ofrunum, ið teir altíð hvørt ár av nýggjum bera fram, gera tey fullkomin, sum koma fram við teimum. |
|
2 | Annars høvdu tey jú hildið uppat at borið tey fram, av tí at hini ofrandi ikki longur høvdu havt syndir á samvitskuni, táið tey eina ferð vóru reinsað. |
|
3 | Men við hesum ofrum verður hvørt ár mint um syndir. |
|
4 | Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir. |
|
5 | Tí sigur Hann, táið Hann kemur í heimin: "Sláturoffur og matoffur vildi Tú ikki hava, men likam gjørdi Tú Mær til; |
|
6 | brennioffur og syndoffur líkaði Tær ikki. |
|
7 | Tá segði Eg: "Hygg, Eg komi - í bókrulluni er skrivað um Meg - at gera vilja Tín, Gud!"" |
|
8 | - Eftir at Hann fyrst hevur sagt: "Sláturoffur, matoffur, brennioffur og syndoffur vildi Tú ikki hava, og tey líkaði Tær ikki" - og tey verða tó borin fram eftir lógini - |
|
9 | so hevur Hann harnæst sagt: "Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!" - Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin - |
|
10 | og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar! |
|
11 | Ein og hvør prestur stendur dagliga og ger tænastu og ber fram somu offur ferð eftir ferð - sum tó aldri kunnu taka burtur syndir; |
|
12 | men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds |
|
13 | og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul. |
|
14 | Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða. |
|
15 | Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt: |
|
16 | "Hetta er sáttmálin, Eg skal gera við tey eftir teir dagar", sigur Harrin: "Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra, |
|
17 | og syndir teirra og lógbrot teirra skal Eg ikki minnast aftur." |
|
18 | Men har sum fyrigeving er fyri tey, er ikki longur offur fyri synd. |
|
19 | Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, |
|
20 | sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið - tað er hold Hansara - |
|
21 | og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, |
|
22 | so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni! |
|
23 | Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara - tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! |
|
24 | Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum - |
|
25 | og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan - soleiðis sum siður er hjá summum - men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast! |
|
26 | Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir, |
|
27 | men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti. |
|
28 | Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna. |
|
29 | - Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans - tað, sum hann varð halgaður í - og háðar Anda náðinnar! |
|
30 | Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: "Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!" og aftur: "Harrin skal døma fólk Sítt." |
|
31 | Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds! |
|
32 | Men minnist hinar farnu dagar, táið tit, eftir at tit vóru upplýst, toldu nógv stríð í líðingum! |
|
33 | Eitt var, at tit sjálv við háði og trongdum vórðu sjónleikur; annað var, at tit tóku lut við teimum, ið slík kor høvdu. |
|
34 | Bæði høvdu tit samkenslu við fangunum, og tit bóru tað við gleði, um tað, ið tit áttu, varð rænt - tit vitstu jú, at tit sjálv áttu betri ogn, eina, sum verður varandi. |
|
35 | Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara - tað hevur stóra løn! |
|
36 | Tykkum tørvar tol, so tit - táið tit hava gjørt vilja Guds - kunnu fáa tað, sum lovað er. |
|
37 | Tí "bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála. |
|
38 | Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara." |
|
39 | - Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan - til fortaping - men av teimum, ið trúgva - sálini til frelsu. |
|
|