Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 12
1234567891011 1213
1 Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,
2 havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna - og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!
3 Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti - so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!
4 Enn hava tit ikki gjørt mótstøðu líka til blóðið í bardaga tykkara móti syndini,
5 og tit hava gloymt áminningina, ið talar við tykkum sum við børn: "Sonur mín! Vanvirð ikki tykt Harrans, verð heldur ikki mótleysur, táið tú verður revsaður av Honum!
6 Tí tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur Sær av."
7 Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir - hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki!
8 Eru tit uttan tykt - sum øll hava fingið part sín av - so eru tit óektabørn og ikki synir.
9 Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin - og liva!
10 Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara.
11 Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.
12 Rættið tí hinar viknaðu hendur og hini riðandi knø,
13 og gerið fótum tykkara beinar gøtur, fyri at hitt lamna skal ikki fara úr liði, men heldur kann verða grøtt!
14 Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering - tí uttan hana skal eingin síggja Harran!
15 Síggið til, at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálkað av henni!
16 Síggið til, at eingin er siðloysingur ella vanheilagur - sum Esau, ið fyri bert eina máltíð seldi frumburðarrætt sín!
17 Tit vita jú, at hann seinni, táið hann vildi arva signingina, varð vrakaður, tóat hann við tárum bað um at fáa hana - hann fann sær onga leið til umvending.
18 Tí tit eru ikki komin til fjall, ið nemist við, og sum brennur í eldi, ikki til sorta, myrkur og harðveður,
19 ikki til lúðraljóð og rødd, ið talaði so, at tey, sum hoyrdu hana, bóðu, at ikki skuldi verða talað meiri til teirra -
20 tey vóru ikki ment at bera boðið, ið givið varð: "Um tað so bert er dýr, ið nemur við fjallið, skal tað verða steinað."
21 Og so øgilig var sjónin, at Móses segði: "Eg ræðist og skelvi."
22 Nei, tit eru komin til Zionsfjall og til stað hins livandi Guds, til hitt himmalska Jerúsalem og til hini mongu túsund av einglum,
23 til hátíðarskara og samkomu hinna frumbornu, sum uppskrivað eru í Himlunum, til dómaran, sum er Gud alra, og til andar hinna rættvísu, ið fullkomin eru vorðin,
24 til Jesus, millummannin fyri nýggjan sáttmála og til áslettingarblóðið, sum talar betur enn blóð Ábels.
25 Síggið til, at tit sigast ikki undan Honum, sum talar! Sluppu tey ikki undan, sum søgdust undan honum, ið talaði guddómsorð sítt á jørðini - hvussu mangan minni skulu ikki vit sleppa undan, um vit venda okkum burtur frá Honum, ið talar av Himlunum,
26 Honum, hvørs rødd ta ferðina risti jørðina, men sum nú hevur lovað: "Eina ferð enn skal Eg rista, ikki bert jørðina, men himmalin við."
27 Hesi orð: "Eina ferð enn", vísa, at tað, sum rist verður, skal umskiftast, við tað at tað er skapt, fyri at tað, sum ikki verður rist, skal verða verandi.
28 Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta!
29 Tí Gud okkara er oyðandi eldur.