Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 11
12345678910 111213
1 Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
2 Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.
3 Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.
4 Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur - táið Gud vitnaði um gávur hansara; við henni talar hann enn, tóat hann er deyður.
5 Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur.
6 Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
7 Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heiløgum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.
8 Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann vitsti ikki, hvar hann kom.
9 Við trúgv varð hann útlendingur í landi lyftisins, eins og í fremmandum landi, og búði í tjøldum við Ísaki og Jákupi, samarvingum hins sama lyftis.
10 Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.
11 Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.
12 Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.
13 Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.
14 - Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi.
15 Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jú borið teimum til at farið aftur hagar.
16 Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er himmalskum; tí skammast Gud ikki við tey, at kallast Gud teirra; Hann hevur jú gjørt teimum stað til reiðar.
17 Við trúgv ofraði Ábraham Ísak, táið hann varð royndur, ja, hin einborna sín ofraði hann, ið lyftini hevði fingið,
18 og sum sagt varð við: "Í Ísaki skal avkom fáa navn eftir tær."
19 Tí hann hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa upp frá hinum deyðu - og haðani fekk hann hann jú eisini aftur - í líknilsi talað.
20 Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau, við hinum komandi fyri eyga.
21 Við trúgv signaði Jákup, táið hann doyði, báðar synir Jósef, og tilbað lútandi yvir stav sín.
22 Við trúgv talaði Jósef, táið hann lá at doyggja, um burturferð sona Ísraels og gav boð um bein síni.
23 Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.
24 Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao.
25 Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd.
26 Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands - tí hann hugdi fram móti lønini.
27 Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga.
28 Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.
29 Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi - men Egyptar druknaðu, táið teir buðu til.
30 Við trúgv fullu múrar Jerikos, táið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir.
31 Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum.
32 - Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,
33 sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva,
34 sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja.
35 Kvinnur fingu hinar deyðu sínar aftur við uppreisn. Onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing - fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.
36 Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús;
37 tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð
38 - heimurin var tey ikki verdur - tey flakkaðu um í oyðimørkum og fjøllum, í hellum og skorum jarðarinnar.
39 Og øll hesi - tóat tey høvdu vitnisburð fyri trúgv sína - fingu tó ikki tað, sum lovað var.
40 Tí Gud hevði frammanundan ætlað okkum nakað betri, so tey skuldu ikki fullkomast uttan okkum.