Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 5
1234 5678910111213
1 Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir
2 - sum ein, ið kann vera mildur við óvitandi og villfarandi, við tað at veikleiki hongur við hann sjálvan eisini,
3 og hann av teirri grund má bera fram syndoffur fyri seg sjálvan líka væl sum fyri fólkið.
4 Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.
5 Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: "Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag"
6 - sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: "Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks."
7 Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.
8 Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið.
9 Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann,
10 og varð av Gudi kallaður høvuðsprestur á hátti Melkizedeks.
11 Um hetta hava vit nógv at siga, og tað er torført at útleggja, av tí at tit eru vorðin trek at hoyra.
12 Tí hóast tit - eftir tíðini - áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.
13 Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar - hann er jú barn.
14 Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt.