Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 7
123456 78910111213
1 Hesin Melkizedek, kongur í Salem og prestur Guds hins hægsta - hann, sum fór ímóti Ábrahami, táið hann kom aftur eftir at hava vunnið sigur á kongunum, og sum signaði hann
2 - hann, sum Ábraham eisini gav tíggjund av øllum, og sum, táið navn hansara verður útlagt, fyrst er rættvísikongur, harnæst eisini kongur Salems, tað er friðarkongur -
3 uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal, hvørki havandi byrjan daga ella enda lívs, settur javnt við Son Guds - hann verður prestur altíð.
4 Hyggið, hvussu stórur hann er, hann, ið enntá Ábraham, ættarfaðirin, gav tíggjund av fonginum!
5 Teir av sonum Levi, sum fáa prestadømið, hava boð um eftir lógini at taka tíggjund frá fólkinum - tað er frá brøðrum sínum - teimum, sum tó eru komnir úr lendum Ábrahams;
6 men hesin - sum ikki roknar ætt sína frá teimum - tók tíggjund frá Ábrahami og signaði hann, ið hevði lyftini.
7 Nú kann jú eingin siga ímóti tí, at tað er tann, ið minni hevur at týða, sum verður signaður av tí, sum meiri hevur at týða.
8 Og her eru tað deyðilig menniskju, ið taka tíggjund, men har ein, sum vitnað verður um, at hann livir.
9 Ja, sjálvur Levi, sum tekur tíggjund, hevur við Ábrahami so at siga latið tíggjund;
10 tí hann var enn í lendum faðirs síns, táið Melkizedek fór ímóti honum.
11 Var nú fullkomileiki at fáa við hinum levitiska prestadømi - og tað var grundin undir lógini, ið fólkið hevði fingið - hví tørvaði so uppaftur, at annar prestur skuldi stíga fram - á hátti Melkizedeks, ein, sum ikki er nevndur á hátti Árons!
12 - Verður prestadømið broytt, slepst ikki undan, at lógin verður broytt við.
13 Hann, sum hetta verður sagt um, hoyrdi jú til aðra ætt, og av henni hevur eingin gjørt tænastu við altarið.
14 - Ein og hvør veit jú, at Harri okkara er runnin upp av Juda, og viðvíkjandi teirri ætt hevur Móses einki talað um prestar.
15 Og uppaftur nógv skilligari verður hetta, táið annar prestur stígur fram, líkur Melkizedek
16 - ein, sum ikki er vorðin tað eftir lóg av holdligum boði, men eftir kraft av óforgeingiligum lívi.
17 Hann fær jú tann vitnisburð: "Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks."
18 So verður nú vissuliga boð, sum fyrr var galdandi, sett úr gildi, av tí at tað var veikt og ónýtt
19 - lógin gjørdi jú einki fullkomið - og betri vón verður leidd inn, ein, sum vit nærkast Gudi við.
20 Og so víst sum tað kom ikki í lag uttan eið
21 - tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði - við Honum, ið sigur við Hann: "Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: "Tú ert prestur í allar ævir""
22 - so víst er tað eisini betri sáttmáli, Jesus er vorðin borgsmaður fyri.
23 Og av hinum prestum vóru fleiri, av tí at teir við deyðanum vórðu forðaðir at halda á;
24 Men hesin hevur óforgeingiligt prestadømi, við tað at Hann verður í allar ævir.
25 Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.
26 Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt - upp um Himlarnar,
27 ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini - eins og høvuðsprestarnir - at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan.
28 Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir.