Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 6
12345 678910111213
1 Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna, so vit ikki aftur leggja grundvøllin við umvending frá deyðum verkum og trúgv á Gud,
2 við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm!
3 Ja, hetta skulu vit gera, um Gud loyvir.
4 Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
5 hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims - og sum so eru fallin frá - tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
6 við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
7 Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana - ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.
8 Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend.
9 Men um tykkum, tit elskaðu, eru vit vísir í tí, sum betri er, og sum hoyrir frelsu til - tóat vit tala so.
10 Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heiløgu.
11 Men ynski okkara er, at ein og hvør tykkara líka til endan skal vísa sama íðinskap fyri hini fullu vissu í vónini,
12 so tit ikki verða trek, men eftirfylgja teimum, sum við trúgv og toli arva lyftini.
13 Tí táið Gud gav Ábrahami lyftið, svór Hann um Seg sjálvan, av tí Hann hevði ongan størri at svørja um, og segði:
14 "Sanniliga, Eg skal ríkliga signa teg og stórliga lata teg nørast!"
15 - Táið hann soleiðis tolin hevði bíðað, fekk hann tað, sum lovað var.
16 Menniskju svørja jú um tann, ið størri er, og eiðurin er teimum staðfesting og ger enda á øllum stríði.
17 Táið nú Gud enn týðiligari vildi vísa arvingum lyftisins, hvussu óvikandi ráð Hansara var, legði Hann tí eið aftrat,
18 so vit við tveimum óvikandi søgnum, sum Gud ómøguliga kundi lúgva í, skuldu hava sterka troyst, vit, sum hava leitað okkum bjarging í at grípa vónina, sum framman fyri okkum er løgd.
19 Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið,
20 hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn, Hann, sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.