Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Brævið til Hebrearar
Kapittul 8
1234567 8910111213
1 Samløga tess, ið her verður talað um, er nú hetta: Vit hava slíkan høvuðsprest, sum hevur sett Seg við høgru síðu hásætis hátignarinnar í Himlunum,
2 sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskja hevur reist.
3 Ein og hvør høvuðsprestur verður jú settur inn til at bera fram gávur og sláturoffur; tí má hesin við hava nakað at bera fram.
4 Var Hann nú á jørðini, so var Hann als ikki prestur; tí her eru teir, ið eftir lógini bera fram gávurnar -
5 teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. "Síggj til," segði Hann, "at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!"
6 Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum.
7 Tí hevði hin fyrri verið ólastandi, so hevði ikki verðið leitað eftir staði fyri øðrum.
8 - Tað er jú lastandi orð, Hann talar til teirra, táið Hann sigur: "Dagar koma - sigur Harrin - táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda,
9 ikki sáttmála sum hann, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi; tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og Eg legði einki í teir - sigur Harrin.
10 Nei, hetta er sáttmálin, Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagar - sigur Harrin: Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær í hjørtu teirra, og Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
11 Tey skulu ikki læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: "Kenn Harran!" Tí tey skulu øll kenna Meg, frá hinum minsta millum teirra til hin størsta.
12 Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra."
13 - Táið Hann sigur: "Nýggjan" - hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva.